Myndir: Ljósfest 2023 í Vági

Ljósfest var í Vági um vikuskiftið. Tiltakið byrjaði fríggjadagin, tá Syngið Við tiltak var á skránni, umframt at Gissur Patursson og Robert McBirnie hugleiddu, og komu teir m.a. inn á sekstiárini, tá Robert var oddamaður bólkinum Faroe Boys.

 

Í gjár var barnatiltak við Bubu, Odda og Danny og Inga. Eisini hevur listaframsýning verið.

 

Í gjárkvøldið var stóra konsertin á skránni, har Deiggj, Marius Ziska, Starlight, Herborg Torkilsdóttir, Hanus G., Section og Hjalmar og Dagfinn fóru á pall. Pallstjórar vóru Gissur Patursson og Bjørn H. Bech.

 

Frammanundan setti Sonne Smith Ljósfestina 2023, og mentanarnevndin hjá Vágs Býráð skipaði fyri heiðran av borgarum í Vági. Hetta er 3.  ferð at Ljósfest er, og í ár høvdu Vágbingar høvi at senda uppskot inn um, hvør hevð heiður uppibornan, og valið fall á Gudmund Jacobsen og Jórun Hansen.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##