Myndir: Makrelsuppa á gøtusandi

Man skuldi trúð, at føroyingar høvdu fingið nokk av makreli síðstu tvey árini vegna alt rokið við ES. Men tað vísti seg ikki at vera so, tá G! gestirnir fingu serveraðan makrel á sandinum í Syðrugøtu.

Eitt drúgt stríð við ES, sum førdi til boykott av føroyskum makreli, tyktist ikki at darva áhuganum hjá glaðum festivalgestum at fáa lekkran tilgjørdan makrel. Tvørturímóti stóðu fólk í kø, tá fólkini hjá Hvonn helti makrelsuppu í hvítu flamingokopparnar, sum øll fingu ein í part av.

 

Upprunliga skuldi makrelurin grillast. Men av ymsum orsøkum varð hann heldur gjørdur til suppu. Tað var ein fín avgerð, tí suppan smakkað einastandandi væl.

 

Síggj her nakrar myndir frá makreltiltakinum.