Myndir: Síðsta skotið í Fámjinstunlinum skotið

Ní er hol í gjøgnum til Fámjins. Hóast nógvar trupulleikar á leiðini, so var gleðin stór á fagnaðarløtu í dag, tá elsti borgari í Fámjin trýsti á knøttin, og síðsta skot í Fámjinstunlinum varð skotið.

Klokkan 14 seinnapartin var hátíðarhald omanfyri fámjin.

 

Nógv fólk var samankomið, og tá klokkan nærkaðist 14 kom sólin fram, og stóra løtan fór fram í fagrasta veðri.

 

Sigurð Ó. Vang frá Landsverki, fegnaðist um at løtan var komin, har síðsta skot skuldi skjótast, hóast nógvar trupulleikar í arbeiðsgongdini, og legði hann afturat, at hann fegnaðist um, at arbeiðið hóast alt hevði gingið væl og ongin manskaði hevði verið.

 

Dennis Holm, landsstýrismaður, segði m.a., at gamli vegurin er frá 1930unum, og at nýggja farleiðin við bergholi hoyrir nútíðini til. Hann nevndi, at hesin tunnilin óivað í arbeiðsgongdini hevur verið hin truplasti og mest avbjóðandi.

 

Jóanis Lisberg, borgarstjóri í Fámjin, fegnaðist stórliga um, at loksins er tunnil komin til Fámjins, tí longi hevur verið bíðað, og hann helt, at um hann spurdi onkran í Fámjin fyri bert fáum árum síðani, so høvdu tey ikki hildið, at tunnil fór at koma.

 

Sigtór A. Petersen, J&K, fegnaðist eisini um at arbeiðið hevði gingið væl, og metti hann, at teirra arbeiði er at knýta fólk saman, og var hann eisini fegin um, at hóast trupulleikar, so hevur ongin manskaði verið.

 

Síðani kom stóra løtan, har elsti borgari í Fámjin, 89 ára gamli Svend Joensen, trýsti á knøttin, og so hoyrdist seinasta skot í Fámjinstunlinum, og roykur sást við tunnilsmunnan.

 

Tvøroyrar Hornorkestur, undir leiðslu av Tróndi Enni, setti dám á løtuna.

 

Eftir hetta gekk leiðin oman í bygdina, har kaffi og køkur vóru at fáa í tjaldinum, men  tey flestu valdu at fara útum, tí sólan sá av bláum himli.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##