Myndir: Soleiðis sær út inni í nýgga Nonnuskúlanum

– Hesin bygningurin ger allan munin fyri okkara framhaldsdeild, sigur Aslaug Olsen, skúlastjóri, nú framhaldsdeildin er flutt inn í nýggjan bygning.

Í dag byrjaði skúlaárið aftur, og í hesum sambandi er ein stór broyting í Nonnuskúlanum. Framhaldsdeildin er nevniliga flutt inn í nýggjan bygning.

 

Í eina tíð hevur verið arbeitt uppá at byggja ein nýggjan bygning til framhaldsdeildina. Nú er bygningurin so gott sum liðugur, og tað er klárt hjá næmingunum at flyta inn.

 

– Skúlastovur eru klárar til allar flokkarnar. Men útiøkið er ikki liðugt, og Alis & Evnafrøði stovan verður liðug eitt sindur seinni. Tað verður arbeitt øgiliga intenst uppá at fáa alt liðugt sum skjótast, bæði leygardag og sunnudag, segði Aslaug Olsen, skúlastjóri, við Sosialin fyri tveimum vikum síðani.

 

##med2##

 

Hetta er annað árið, at Nonnuskúlin kann bjóða eina framhaldsdeild fram.

 

Í fjør var fyrsta árið, og tá húsaðist framhaldsdeildin í hølum í Finsen. Tað var ikki heilt optimalt, og tí fegnast tey í Nonnuskúlanum um nú at kunna flyta inn í nýggja bygningin.

 

– Hesin bygningurin ger allan munin fyri okkara framhaldsdeild, um mann kann siga tað soleiðis. Vit hava ikki havt rúm fyri einari framhaldsdeild í skúlanum sjálvum higartil, fortelur skúlastjórin. 

 

– Tað hevur verið eitt ynski hjá okkum í nógv ár at fáa eina framhaldsdeild. Vit hava eisini søkt fleiri ferðir, og tí eru vit ordiliga glað um hetta, sigur hon.

 

##med3##

 

##med4##

 

Ikki bara 8. og 9. flokkur fara í nýggja bygningin, men eisini 7. flokkur verður partur av framhaldsdeildini.

 

– At 7. flokkur fer niðan við merkir, at tað verður meira rúm í skúlanum fyri hinum yngru flokkunum. Vit hava einki bólkarúm ella líknandi, tí tað er so trongt, sum nú er, sigur Aslaug Olsen. 

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##