Sera populera heimasíðan MySpace hevur gjøgnum eina marknaðarkanning víst á nýggjan tónleik, ið man eigur at halda eyga við komandi ár. Millum genrurnar, ið sambært MySpace vera populerar komandi ár, eru: Toystep/Joystick Jungle, Bassline, Tape Music, Acousmatic, IDM (Intelligent Dance Music) og Screamo.
Eisini vísir kanningin á, at fleiri tónleikagenrur verða blandaðar saman komandi ár. M.a. sæst, at ?new ravers? og ?new romantics? hereftir allar helst fara at vera tað sama og grimie og indie seinni fer at kunna kallast ?grindie?.
Bólkarnir, ið heimasíðan hevur víst á, vera stórir komandi ár, eru:
1. Partyshank
2. Peggy Sue And The Pirates
3. Riuven
4. Naz T Da Younger
5. Tape Deck
6. Conan and Mockisans
7. Eboney Bones
8. Joe Lean And The Jing Jang Jong
9. Dead Disco
10. Make Me A Model