Nú búgva tvær pandabjarnir í Keypmannahavn

Tað kostar meira enn eina fjórðings milliard hjá Zoologiskum Hava at leiga tvær pandabjarnir úr Kina í 15 ár – umframt rakstur av »heimi« teirra í Zoologiskum Hava

 

Í kvøld hevur verið gallaveitsla fyri innbodnum í Zoologiskum Hava á Frederiksberg í Keypmannahavn. Í morgin letur upp fyri almenninginum.

Í kvøld hevur verið gallaupplating av nýggja pandabýlinum í Zoologiskum Hava í Keypmannahavn.

##med2##

Margreta Drotning og nýggi verjin hjá Zoologiskum Hava, Mary krúnprinsessa, hátíðarhildu pandabjarnirnar í einum hátíðarhaldi fyri innbodnum gestum.

Her eitt sindur langa vegin hjá pandabjarnunum til Danmarkar:

– Panabjarnirnar Xing Er og Mao Sun komu við flogfari til Danmarkar hósdagin 4. apríl eftir ára langa fyrireikingar. Tær koma úr Chengdu Panda Bade í Kina.

– Tað eru leigaðar til Danmarkar í 15 ár. Kina eigur tær framvegis – og tað sama við møguligum ungum, tær kunnu fáa.

##med3##

– Tað hevur kostað 160 milliónir krónur at gera pandabýli í Zoologiskum Hava í Keypmannahavn.

– Býlið er fíggjað við veitingum frá 16 stórum virkjum í Danmark.

– Prísurin fyri at leiga pandabjarnirnar er ein millión amerikanska dollarar um árið í 15 ár. Tað svarar til umleið 100 milliónir til samans.

– Harafturat kemur kostnaðurin til raksturin at ansa pandabjarnunum.

– Hugskotið um at senda eitt pandapar til Danmarkar kom í 2010 hjá táverandi leiðaranum av danska konsulátinum í Chongqing í Kina, Hans Halskov.

##med4##

Margreta drotning og nýggi verjin hjá Zoologiskum Hava, Mary krúnprinsessa, lótu upp nýggja pandabýlið í Zoologiskum Hava í Keypmannahavn í dag. Harvið byrjar ein nýggj donsk-kinesisk pandagranskingarætlan, hvørs almenna heiti er SinoDenmark Giant Panda joint reserach cooperation. Pandabjarnirnar Xing Er og Mao Sun komu til Danmarkar 4. apríl, men higartil hava bert fakfólk í Zoologiskum Hava sæð tær

 

– Sama ár hittust leiðslan í Zoologiskum Hava í Keypmannahavn og leiðslan fyri Chengdu Panda Base í Kina fyri fyrstu ferð at tingast um hugskotið.

– Fyrst í apríl í 2014 var tað undir danskari vinnuvitjan í Kina avdúkað, at Kina vildi geva – ella rættari leiga – tvær pandabjarnir til Danmarkar.

– Frá í morgin at rokna kunnu vanligir gesti í Zoologiskum Havan síggja pandabjarnirnar.

– Mary krúnprinsessa letur havan upp fyri almenninginum í morginári klokkan 9.

 

Kedur: Ritzau, TV2 og Zoologisk Have.

/ritzau/