Nú ber til at samstarva um alt

Sunnudagin undirskrivaðu Signar á Brúnni, landsstýrismaður íundirvísingar- og mentamálum og íslendski starvsbróður hansara, Bjørn Bjarnason, undir eina samstarvsavtalu, sum gevur øllum stovnum undir Undirvísingar- og mentamálastýrinum rætt til at samstarva á øllum økjum

Tá Signar á Brúnni var í Íslandi og vitjaði íslendska starvsbróður sín, Bjørn Bjarnason beyð hann honum at koma til Føroya á almenna vitjan.

Og ikki kann sigast annað enn, at hann hevur gjørt skjótt av, tí longu ein mánað eftir vitjan Signars í Íslandi kom hann til Føroya.

Vitjan íslendska mentamálaráðharrans var løgd soleiðis til rættis, at hann sunnudagin helt ein almennan fyrilestur í Norðurlandahúsinum undir heitinum: Brot úr sjálvsstýrisstríði Íslands.

Í fyrilestrinum viðgjørdi Bjørn Bjarnason sjálvstýrisstríð íslendinga frá fyrst í 1900 talinum til lýðveldið varð sett á stovn í 1944.

Og viðgangast má, at ein slíkur fyrilestur má hava áhugað í Føroyum í hesum tíðum, tá so nógv verður tosað um fullveldið og íslendsku leiðina.

Rættiliga fitt av fólki hevði eisini leita sær niðan í Norðurlandahúsið fyri at hoyra hvat íslendski mentamálaráðharrin hevði at bera fram, hóast høllin verri enn so var fullsett.

Dagurin var kanska heldur ikki tann besti og tíðspunkti heldur ikki.

Men tey, sum møttu fingu ein sera áhugaverdan fyrilestur - eingin ivi um tað.


Undirskrivaðu

samstarvsavtalu

Tann almenni parturin av ferðini hjá íslendska mentamálaráðharranum var tó ein annar enn fyrilesturin.

Seinnapartin sunnudagin skrivaðu íslendski mentamálaráðharrin og føroyski landsstýrismaðurin í mentamálum undir eina avtalu um samstarv landanna millum á granskingar-, undirvísingar- og mentamálaøkinum.

Samstarvsyvirlýsingin er ikki serliga nágreinilig. Hon nevnir ikki beinleiðis hvat samstarvast skal um, men gevur hinvegin møguleikan fyri samstarvi á øllum økjum, sum hesar báðar ráðharrastovunar arbeiða við.

Sagt verður m. a. at ætlanin við samstarvsyvirlýsingini er, at ráðharrastovurnar í londunum báðum og teir skúlar og aðrir stovnar undir teimum hjálpa hvør øðrum, tá talan er um útbúgving, gransking og mentan.

Hetta samstarv umfatar m. a.:

Embætisfólk í báðum ráðharrastovunum hava samráð um kunning og royndir.

Øll skúlasløg, har eitt breitt og fruktagott samstarv verður sett í verk.

Gransking, har bæði londini hjálpa hvør øðrum við ráðgeving og vegleiðing, og um tað er møguligt, eisini at samstarva.

Mentan, har mentanarstovnar í mesta mun verða hvør øðrum til hjálpar.

At enda verður sagt í yvirlýsingini, at hon verður framd stig fyri stig í samráð millum báðar ráðharrastovurnar.


Hvat kunnu vit læra av íslendingum

Landsstýrismaðurin í undirvísingar- og mentamálum heldur at føroyingar kunnu fáa nógv burtur úr at samstarva við íslendingar.

Íslendska samfelagið er lítið og tí verða teir noyddir til at fáa sum mest burtur úr teimum krónunum, sum brúktar verða á øllum økjum.

Hesum fáa føroyingar eisini brúk fyri heldur Signar á Brúnni, og tí skulu vit m. a. hyggja eftir tí, sum íslendignargera.

Eitt ítøkiligt dømi um betri samstarv er, at íslendska fróðskaparsetrið er sinnað til at gera avtalu við føroyingar, so at fleir føroysk lesandi sleppa inn at lesa hægri lesnað við lærda háskúlan í Reykjavík.

Hetta er bert eitt dømi, men landsstýrið ivast ikki í at ein slík avtalað fer at gagna føroyingum nógv.