Fuglfirðingar hava sín serliga máta at siga tingini uppá. Seint seinnapartin í gjár vísti støðutalvan 20 stig, og tað boðar orduliga frá summarveðri! ÍF er klatrað upp á næsthægsa tindin, og sýnið er gott fram ímóti hægsta tindinum. So er spurningurin, um tað fer at bera til at taka hann!
Lagið var gott eftir 3-1 sigurin í Sørvági. Um enn munurin í leikliga avrikinum ikki var so øgiliga stórur, so var tað eyðsýnt, hvat av liðunum stríðist í fremst røð, og hvat liðið er, sum í løtuni hevur kós skeiva vegin.
Øssur Dalbúð sendi longu eftir fimm minuttir bóltin í stólpan aftanfyri Andras Gango, og eftir stórt korter setti miðvallarin Bogi Reinert Petersen hol á. Stutt undan steðginum varð støðan 2-0, og tað málið átti verjan. Eftir langt innkast drálaði verjan, og so takkaði Clayton Soares fyri.
Beinanvegin eftir steðgin varð Høgni Madsen avloystur av Hanusi Thorleifsson, sum skoraði triðja málið, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Jovan Panic minkaði um munin, men tað var ongantíð nakar ivi um, at stigini skuldu til Fuglafirðar, meðan tað framvegis er kølið og tungt í Vágum. Umframt tá ið Jovan skoraði, so hevði heimaliðið ein annan stóran møguleika. Camara royndi seg við skoti úr góðari støðu, men Jákup Mikkelsen vardi meistarliga fyri.
-Vit eru fegnir um, at tað eydnaðist so væl, og at vit nú eru á øðrum plássi. Nú bíðar HB. Vit hava staðið okkum væl ímóti HB í Gundadali seinastu ferðirnar, og um tað eydnast at vinna, so verður munurin til toppin bara fýra stig, staðfesti vinstri vongverjin hjá ÍF, Jan Ó. Ellingsgaard, eftir dystarlok.
Fuglfirðingar harmast um, at Høgni Madsen, sum eigur stóran leiklut á sentrala miðvøllinum, ikki verður á liðnum, sum um tvær vikur fer í Gundadal. Gula kortið, sum hann sá í 1. hálvleiki í Sørvági, var tað áttanda í ár, og harvið verður Høgni leikbannaður næstu ferð. Tað er ein smeitur, men fyribils fegnast tey í ÍF um mongu stigini, sum bera summarveður við sær!