Nú byrjar dysturin um starvslønirnar

Mentanargrunnur Landsins vil nú hava umsóknir frá føroyingum, sum vilja gera mentanarligt arbeiði fyri almenna starvsløn. Tað er sera trupult at velja millum tær mongu umsóknirnar, sigur formaðurin fyri grunnin

Tað er rættiligur gravgangur eftir at fáa starvsløn frá Mentanargrunni Landsins, og nú byrjar kapprenningin um pengarnar aftur.
Á hvørjum ári letur grunnurin starvslønir til føroyingar, sum gera mentanarlig arbeiði av ymsum slagi, og nú nærkast freistin fyri at lata umsóknir til hendan stuðul.
? Vanliga er áhugin fyri hesum starvslønum sera stórur, og bara ein partur av teimum, sum søkja, kunnu fáa starvløn. Tað er vanligt, at tað koma yvir 100 umsóknir, og bara einar 15 ella 20 fáa starvsløn, sigur Rói Patursson, sum er formaður fyri Mentanargrunn Landsins.

Trupult at velja
Í lýsingum í bløðunum nú um dagarnar boðar Mentanargrunnurin frá, at í seinasta lagi 11. februar skal grunnurin hava fingið umsóknirnar frá fólki, sum vilja sleppa upp í part.
? Nevndin fyri grunnin skal taka støðu til, hvørjar av teimum mongu umsóknunum skulu fáa pengar, og tað royna vit at gera so gott sum vit kunnu út frá krøvunum í lógunum, men tað er sera trupult, sigur Rói Patursson.
Tað koma nógvar góðar og fjølbroyttar umsóknir, og tí er tað ein næstan vónleys uppgáva hjá nevndini at taka dagar, hvat hevur betur uppiborið almennan stuðul enn annað.
? Játtanin hjá okkum í ár er 300.000 krónur minni enn undanfarin ár, og tí verður eisini minni at lata til starvslønir hesaferð.
Mentanargrunnur Landsins kann lata upp í helvtina av sínari játtan til starvslønir, og seinni árini hevur grunnurin havt tann politikk, at so nógv sum gjørligt skal latast sum starvsløn.

Upp í trý ár
Endamálið við starvslønunum er stuðla arbeiði, sum verður gjørt fyri føroyskum máli, bókmentum, list, vísund og annað ? og tað er hjá bæði leikum og lærdum, sum tikið verður til.
Mentanargrunnurin letur eina starvsløn, sum er galdandi fyri trý ár, og síðani styttri starvslønir, sum kunnu verða alt frá einum mánaði til eitt ár. Vanliga verða nógvar av teimum minni starvslønunum lætnar hvørt ár.
Lønin til tey, sum fáa starvsløn, svarar til eina læraraløn í fólkaskúlanum á fyrsta stigi. Tað vil siga, at fólk fáa 21.335,70 krónur um mánaðin fyri at arbeiða við mentanarligum tilfari ella líknandi.