Nú eru tað gott tvey prosent av føroyingum, sum eru arbeiðsleysir. Tað vísa tey nýggjast tølini, sum Hagstovan hevur gjørt yvir arbeiðsloysið kring um í landinum,
Uppgerðin vísir, at í desember var fulltíðararbeiðsloysið 2,2 prosent, og tað er eitt vet størri enn tað var í november, tá ið tað var tvey prosent - men fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið 2,6 prosent.
Hesar seinastu 12 mánaðirnar hevur arbeiðsloysið sveiggjað ímillum tvey og hálvtriðja prosent. Men munurin ímillum kynini er tann sami, har tað eru 1,7 prosent av monnum, sum eru arbeiðsleysir og 2,7 prosent av kvinnum monnum og 2,7 hjá kvinnum.
Í desember vóru 615 føroyingar arbeiðsleysir og, tað eru 137 fólk færri enn tað var í desember í fjør.
Les um eina løtu: Arbeiðsloysið í Suðuroy tríggjar ferðir so stórt sum aðrastaðni í landinum