Nú er at brúka Norðurbryggjuna rætt og undir ábyrgd

   

At vit eru føroyingar, er ikki nógmikið til at fáa okkara gylta umboðsstovn og okkara sanna mentanarliga flaggskip uttanlands at eydnast.
Nú fyrsta euforiska bylgjan hevur lagt seg eftir upplatingina av Norðurbryggjuni, verður spurningurin, hvussu væl og effektivt ? bæði í vinnu og mentan - vit kunnu brúka henda frálíka karm mitt í øllum meldrinum í stórbýinum Keypmannahavn, har fólk í uttanumøkinum eisini savnast.
Hetta kendist sum stórfingin løta, har útnorðurlondini saman við Dan-mark høvdu tikið lógvatak, har almennir kassar og vinnurekandi samfelt stovnsettu ein útnorðurmið-depil. ? Eisini er tungtvigandi, at Ísland er við í átakinum.
Fyri smáum 60 árum síðani vóru øll útnorðurlondini donsk, har Føroyar og Grønland enntá vóru donsk amt.
Komandi ár hevur Ísland verið sjálvstøðugt ríki í 60 ár, og sigast má, at teir eru ein gylt fyrimynd fyri okkum føroyingar.

At lata dygdarvørur
Vit eiga at leggja okkum í geyma, at tá góðskumetingar verða gjørdar innan listina, vinnuna og í samband við fólksliga innihaldið, eru vit ikki at meta øðrvísið enn fólk aðrastaðni.
Tá vit koma út í heim og ætlað nakað, verða vit ikki spurd um vit eru føroyingar, men um vit duga tað, vit takast við.
Rúni Brattaberg, Ernst Sondum og Páll Sólstein, eru ikki komnir inn í tónlistahitan, tí hesir eru føroyingar, men av eini orsøk, nevniliga, at teir duga, tað teir takast við.
Todi er ikki komin so væl fyri, tí hann er føroyingur. Bert ein orsøk er fyri, at hann kann brúkast á FCK, er at hann hevur verið førur fyri at skorað mál.
Mong onnur dømi kundu verið tikin, eitt nú í skaldskapi, í málningalist o.ø.

Ikki hvør - men hvat
Tá eitt nú danir hava málningaframsýningar í útlondum, eru teir ikki "interessantir", tí teir eru danir. Kennarar av listini spyrja bert, um hetta er nakað tey hava áhuga í.
Tá eg í fjør var yviri í ST í New York, kom ein amerikansk kvinna og greiddi mær frá, at hon hevði ein málning av Bárði Jákupssyni hangandi. Ein av hennara vinkonum, hevði lagt ávíst trýst á hana, fyri at fáa hana at selja sær málningin. Eg spurdi, hvussu tað bar til. Hon svaraði sjálvandi: "Hon var so hugtikin av málningunum". Hon tosaði ikki um, hvussu hugtikin hon var av Bárði, ella av at hann var føroyingur.
Tá nú vanligi gerandisdagurin kemur hjá okkara frálíka framsýningar- og umboðsstovni ? hesum sanna mentanarliga flaggskipi - ræður um, at breiddin í umboðanini verður har, men so sanniliga eisini, at tær verkætlanir í verða har, eru væl fyriskipaðar, og liggja á ávísum støði listarliga. ? Her hugsi eg serliga, tá talan er um at geva okkara listarfólki og mentanarátøkum møguleikar í Danmark og longur úti í heimi. ? Her eiga vit kanska eisini at taka okkara "hoyringarbreidd" til viðgerðar.

Norðurbryggjan eitt kærkomið amboð
Verður Norðurbryggjan brúkt á rættan hátt, verður karmurin nýttur undir ábyrgd og átøkini væl fyriskipað "har avgjørt eingir lepar hanga við", eru møguleikarnir óendaliga stórir bæði hjá vinnu og mentan. Ein góð byrjan verður treytin fyri eini sunnari menning. Amboðið ? eitt kærkomið amboð - er har.
Eg fari at ynskja, bæði teimum sum til dagliga virka á Norðurbryggjuni og teimum átøkum í verða í framtíðini, góðan byr. ? Hjartaliga tillukku.