Nú er at smíða, meðan jarnið er heitt

Endiliga røkist fyri, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita, og tað er upp á tíðina, tí við verandi samanblanding av valds- og gjaldsbýti, ber illa til at gera nakað. Vit í Tórshavnar kommunu eru til reiðar at fara í gongd beinanvegin.

 

Øll eru greið yvir, at nakað má og skal gerast á eldraøkinum her og nú, og serliga hjá okkum í Suðurstreymoy er talan um átroðkandi loysnir, tí akutti tørvurin er blivin so stórur. Tí er tað gleðiligt, at tað endiliga røkist fyri, at eldraøkið verður lagt út til kommunurnar at umsita.

Síðani 2000 hava vit bíðað eftir, at landsmyndugleikarnir vildu spæla við, tí tá vit yvirtóku barnaansingarøkið, lá í kortunum, at landið skuldi taka sær av eldraøkinum. Har er tíverri bara hent millum lítið og einki, samstundis sum vit við barnaansingini hava víst í verki, at vit megna uppgávurnar, bara vit fáa tær.

Tí fegnist eg um, at landsstýriskvinnan í almannamálum, Rósa Samuelsen, er til reiðar at leggja eldraøkið út til kommunurnar. Samstundis er greitt, at tá kommunurnar skulu taka sær av økinum, skulu pengarnir eisini fylgja við, í greiðum gjaldsbýti, tað er ikki blokkstuðul, so tí gleða vit okkum til at sleppa í gongd sum skjótast.

 

Klárt at byrja

Verður borið skjótt at frá landsins síðu, so tilsøgn verður givin um neyðuga stuðulslánið, kunnu vit hava 64 røktarheimspláss klár úti við Strond um áleið eitt ár, og tað loysir so at siga allan tann akutta tørvin.

Men vit ætla okkum ikki at steðga har, tí málið er at finna fleiri breiðar og dygdargóðar loysnir, ið fremja varandi batar á øllum eldraøkinum í Suðurstreymoy.

Eisini í tí sambandi er gleðiligt at kunna staðfesta, at tann nógv umrøddi og leingi eftirbíðaði íbúðarpakkin langt um leingi kemur ígjøgnum í Løgtinginum, so vit kunnu sleppa at arbeiða við alternativum loysnum, ið geva varandi og fyribyrgjandi úrslit.

Her kann eg nevna, at vit hava eitt prosjekt liggjandi klárt, sum fevnir um 65 eldraíbúður í Berjabrekku til eldri og onnur trongjandi. So skjótt viðurskiftini viðvíkjandi rentustuðli og meirvirðisgjaldi eru avgreidd, eru vit til reiðar at seta tað arbeiðið í gongd.

Haraftrat eru vit eisini klár við fleiri vardum íbúðum á Boðanesi, so skjótt góðkenningin frá landsmyndugleikunum er fingin upp á pláss, umframt at aðrar loysnir eisini eru á borðinum.

 

Eina breiða viftu

Óneyðugt er við fleiri kanningum á økinum, tí nú ræður um at smíða, meðan jarnið er heitt. Allar kanningar seinnu árini hava eisini víst, at tey eldru ynskja at verða verandi heima hjá sær sjálvum sum longst, um umstøðurnar loyva tí. Og tey yngru av teimum eldru ynskja at fáa ein alternativan bústað, sum júst gevur teimum betri møguleika at verða búgvandi heima hjá sær sjálvum.

Okkara ynski er, at vit kunnu veita okkara eldru borgarum eina breiða viftu av tilboðum, tí hóast tann akutti tørvurin, sum eisini rímiligt er, fyllir mest í myndini, eru tað mong onnur innan eldraøkið, sum hava brúk fyri meira ella minni hjálp, ið veruliga kann muna nógv.

Verða dagtilboðini fleiri í tali, samstundis sum Nærverkið fær størri játtan til heimahjálp, ber til at leggja størri dent á fyribyrgjandi arbeiði, ið kann betra lívsdygdina og beinleiðis tálma vøkstrinum í akutta tørvinum.

Tí er alneyðugt, at kommunurnar nú sleppa í gongd á eldraøkinum, og hetta er serliga galdandi fyri Suðurstreymoy, tí her er tørvurin nógv tann størsti. Lógargrundarlagið má verða í lagi, so vit kunnu sleppa til arbeiðis, uttan at alt málið aftur skal enda sum politiskur kastibóltur.