Nú er avgerðin tikin: Sjúkrahúsini broyta ikki navn

Tey skulu framvegis eita tað sama, sum tey altíð hava gjørt - men við einum felags yvirheiti

Tað er nú greitt, at tey trý sjúkrahúsini í landinum, skulu ikki broyta navn. Tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, nu avgjørt.

Sum ein liður í ætlanini at skapa ein felags samleika, skipaði Sjúkrahúsverkið annars fyri navnakapping at smíða nýggj nøvn til sjúkrahúsini í Føroyum.

Hetta elvdi til nógv kjak, tí summi stúrdi fyri, at hetta var eitt stig at máa støðið undan teimum smærru sjúkrahúsunum. Fólk hildu eisini, at tey trý sjúkrahúsini høvdu so sterkan, lokalan samleika, at nøvnini skuldu ikki broytast. 

Navnanevndin, ið varð sett at meta um uppskotini, lat landsstýrismanninum trý uppskot til nýggj nøvn umframt at uppskot vóru eisini um at varðveita verandi nøvn

Men navnanevndin var ikki samd og landsstýrismaðurin sigur, at av tí at tað ikki er nakað greitt tilmæli, hevur hann gjørt av ikki at broyta nøvnini á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Sostatt verður Sjúkrahúsverkið tað yvirskipaða heitið fyri øll trý sjúkrahúsini, men sjálv sjúkrahúsini halda fram undir verandi nøvnum, nevniliga Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús.

Í tilmælinum verður eisini víst á, at tað, at hesi trý nøvnini vísa til eitt land, ein bý og eina oyggj og tað halda tey er ein styrki, og eitt føroyskt sereyðkenni, sum myndar føroyska samfelagið væl.

Navnabroytingin var bert ein partur av arbeiðinum við felags samleikanum, og leiðslan fyri sjúkrahúsverkið at halda fram við arbeiðinum at sameina sjúkrahúsini í ein felags samleika, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.