Nú er bara AB eftir

1.deild: 07 Vestur megnaði á Skála at vinna eitt stig í síðstu løtu, og nú er AB, sum vann trivaligan sigur á Sandi, einasta liðið við fullari úrtøku

Eftir 7. umfar í næstbestu deildini er tað bara AB, sum hevur vunnið fulla úrtøku. Undan hesum umfarinum vóru tað bæði AB og 07 Vestur, sum høvdu fult. 07 Vestur vitjaði leygardagin á Skála, har úrslitið var 2-2. Skálamenn løgdu seg framum við tveimum málum í 1. hálvleiki, og teir hildu tørn, inntil tað restaði eitt korter. So svaraði 07 Vestur aftur, og fimm minuttir undan leikloki syrgdi veteranurin Tór-Ingar Akselsen fyri, at vágamenn fingu eitt stig vestur við sær.
AB vann 5-2 á Sandi, har Bjartur Kjærbo gjørdi hattrikk.
Mest óvæntaða úrslitið mundi tað vera, tá ið EB/Streymur, sum var á aftasti plássi á heimavølli vann 2-1 á Víkingi, ið var á triðja plássi.
EB/Streymur hwvði heilt tamarhald á fyrra hálvleiki, tá ið heimaliðið legði seg framum: Jónstein Magnussen varð hegnisliga spældur leysur í høgru, og umvegis stongina sendi bóltin í málið.
Eftir steðgin hevði Víkingur undanvind, og um miðjan hálvleikin eydnaðist tað Per Gregersen við frálíkum langskoti at javna til 1-1.
Síðstu løtuna var rættuligur spenningur í. Væl upplagdi Jónstein Magnussen syrgdi fyri sigursmálinum til heimaliðið. Eftir góða temjing í høgru sendi hann úr spískum bóltin upp í mótsatta málhornið.
Í Runavík lyfti KÍ seg við 6-2 sigri fram á fjórða plássið. Mest eyðsýndi spælarin var Sámal á Tjaldrafløtti Olsen, sum skoraði fýra av KÍ málunum.
NSÍ er á niðurflytingarplássi – bæði í bestu og næstbestu deildini.
Á Toftum lyfti B68 seg við 2-1 sigri á HB, ið annars var á odda, seg upp um niðurflytingarstrikuna.
Longu mikukvøldið verður 8. umfar. Tá sær skráin soleiðis út: HB-B71, B68-NSÍ, KÍ-AB, Víkingur-Skála og 07 Vestur-EB/Streymur.
1.deild
Leygardagur 12. mai
NSÍ-KÍ 2-6 (0-3)
0-1: Andru Poulsen 12.
0-2: Bjarki Vágstún 19.
0-3: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 36.
1-3: Sonni L. Petersen 64.
2-3: Sonni L. Petersen 71.
2-4: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 86.
2-5: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 88.
2-6: Sámal á Tjaldrafløtti Olsen 89.
B71-AB 2-5 (1-2)
0-1: sjálvmál 8.
1-1: Bakari Bojang 22.
1-2: Bjartur Kjærbo 30.
1-3: Bjartur Kjærbo 53.
1-4: Bjartur Kjærbo 54.
2-4: Jónberg á Mýrini 88.
2-5: Dan Petersen 90.
Reytt kort: Bogi Hermansen, B71, 86.
EB/Streymur-Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Jónstein Magnussen 15.
1-1: Per Gregersen 64.
2-1: Jónstein Magnussen 86.
Skála-07 Vestur 2-2 (2-0)
1-0: Brian Jacobsen 35.
2-0: Ólavur Mikkelsen 39.
2-1: Ragnar Nattestad 75.
2-2: Tór-Ingar Akselsen 85.
B68-HB 2-1 (1-1)
0-1: Rói av Fløtum 14.
1-1: Búi í Hjøllum 53.
2-1: Óli H. Olsen 53.