Nú er bara eftir at rudda

Annars er festivalurin í Gøtu av á hesum sinni. Í tríggjar dagar hava fólk sungið, dansað, drukkið og hugnað sær á festivaløkinum í Syðrugøtu og ikki minst á tjaldingarøkinum við Gøtugjógv.

 

Eftir seinastu bólkarnir fóru av pallinum í nátt, helt veitslan á fram á tjaldingarplássinum, sum í dag er nokk so merkt av, at fólk í túsundavís hava hildið til har síðani mikukvøldið, tá tjaldingarplássið lat upp.

 

Sí annars myndatema her á síðuni, har fleiri myndir frá tjaldingarøkinum eru.