Dagurin í dag er ein stórur dagur hjá øllum suðuroyingum sum hava áhuga fyri filmi.
Tí í kvøld letur nýggjur biografur upp á Tvøroyri.
?Suðurbio?, sum nýggi biografurin á Tvøroyri eitur, er sostatt fjórði biografurin, sum letur upp í Føroyum uppá minin enn seks ár.
Sostatt má sigast, at biografurin hevur fingið eina veruliga endurreisn, eftir at sjónvarp, video og parabol so við og við beindi fyri einum biografi í Føroyum fyri og øðrum eftir, til tað at enda ongin biografur var eftir mitt í áttatárunum.
Men í 1993 varð Havnar Bio endurstovnaður.
Og táið havnarfólk fyrst høvdu prógvað, at tað bar til, bara filmirnir vóru teir røttu, gekk ikki long tíð, áðrenn onnur tóku táttin upp: Fyrst strandingar, síðani Klaksvíkingar, og nú so eisini - suðuroyingar.
Arbeitt í eitt ár
Tað er Tvøroyrar Klubbi, sum hevur tikið stig til at stovna nýggjan biograf í Suðuroynni og hann fer eisini at halda til í Klubbanum, í tí, sum verður nevnt Stóra- sali.
Tað eru eini trý ár síðani, at hugskotið varð nevnt at stovna biograf í klubbanum, men tað er hetta síðsta árið, at arbeitt hevur verið við málinum av álvara.
60 stólar
Tað er nevndin í Klubbanum, Jean Dimon, Bjarti Mortensen og Rene Christensen, sum hevur staðið fyri arbeiðnum.
Tað verða 60 stólar í nýggja biografinum. Tað halda teir skuldi verið nóg mikið til at nøkta tørvin í Suðuroynni.
Atgongumerkini fara at kosta 55 krónur til vanligar filmar, 65 krónur til stórfilmar og 45 krónur til barnafilmar.
Við teimum útreiðslum sum vera, ber biografurin seg sostatt um 15.000 atgongumerki verða seld um árið. Hetta ljóðar av nógvum. Men tað merkir, at tað skulu verða 27 fólk í miðal til hvørja sýning, tvs, at salurin skal verða næstan hálvfullur í miðal og tað halda teir avgjørt skuldi borið til.
Lørifti verður 2,5 x 6 metrar. Upptøkutólið hava teir keypt brúkt, men útgerðin til ljóðið er spildurnýggj, og lýkur øll krøv til nýmótans biografljóð við 10 hátalarum, fýra aftanfyri løriftið og seks í salinumMen ongin biografur uttan popkorn, so sjálvandi verður eisini kiosk í sambandi við biografin, har popkorn, sodavatn og annað gott verður at fáa.
Sjónleikir og konsertir
Nú biografurin verður gjørdur er kortini ikki ætlanin at taka pallin niður, tí løriftið verður aftast á pallinum.
Sostatt fer hølið eisini at verða vælegnað eil sjónleik og konsertir og onnur mentanartiltøk annars.
Sostatt kann sigast, at tær traditiónirnar hjá tí søguríki klubbanum førdar víðari við hesum tiltakinum.
Tí Tvøroyrar Klubbi hevur altíð verið so nógv meiri enn bara ein ølklubbi.
Hann hevur næstan øll árini, líka síðani hann varð stovnaður í 1895, verið ein miðdepil á Tvøroyri.
Hann var leingi einasta størra høli á Tvøroyri og varð tí brúktur til alt møguligt.
Har hevur verið dansur av øllum møguligum slag, bæði við jazz-, harmoniku,horn- og rokktónleiki, og tvørafólk hava havt fleiri orkestur í flestøllum tónleikasløgum. M.a varð nakað so sjáldsamt sum eitt kvinnuorkestur á Tvøroyri í fimtiárunum.
Har hevur eisini verið undirvíst í dansi, eitt nú fólkadansi, men har hevur eisini føroyskur dansur við børnum. Klubbin hevur somuleiðis verið brúktur til sjónleik og kabaretti og í nógv ár hevði skúlin eisiin fimleikarhøll í klubbanum, umframt at tey vaksnu eisini gjørdu fimleik har.
Fyrr vóru eisini valfundir í klubbanum, bæði til løgtingsval og fólkatingsval.
Undir krígnum høvdu enskir hermenn sjúkrastovu - og biograf í klubbanum.
Men harumframt hevur hann eisini verið brúktur til kortspæl og billiard og onkrar hendinga fyrilestrar.
Við góðum treysti
Og tað er við góðum treysti, at tvøramenn nú aftur fara undir biograf í klubbanum.
? Vit hava oftari og oftari merkt at saknur hevur verið í einum biografi her suðuri, siga teir tríggir nevndarlimirnir í klubbanum.
Hesin saknurin kom eisini til sjóndar í eini kanning, sum Miðnámsskúlin í Suðuroynni gjørdi nakað síðani, tá ið tey m.a. spurdi 600 næmingar í framhaldsskúlanum m.a. um, hvat tey saknaðu mest í Suðuroynni.
? Eini 97% a teimum høvdu biograf á listanum
Vísa nýggjar filmar
Men teir eru eisini greiðir yvir, at skal biografinum verða lív lagað, er, neyðugt, at filmarnir, sum verða vístir, verða teir nýggjastu nýggju.
Og tað hevur Suðurbio tryggjað sær við at koma uppí raðskipanina, sum hinir biografarnir eru í.
Tvs, at Havnar Bio útvegar filmarnar og vísir teir fyrst. Síðani fara filmarnar til hinar biografarnar og koma so suður á Tvøroyri. Roknast skal tí ikki við, at ein filmur er eldri enn ein-tveir mánaðir gamal, tá ið suðuroyingar fáa høvi at síggja hann.
Leggja hart út
Tað kann ikki sigast annað enn at Suðurbio leggur hart út.
Tær fyrstu tríggjar vikurnar er ætlanin at vísa tríggjar filmar hvørt kvøld.
Tá ið tær tríggjar vikurnar eru farnar afturum bak, verður kanska farið niður á tvær sýningar, hvørt kvøld.
Ætlanin er at vísa film hvørt kvøld, uttan mikukvøld og hóskvøld. Tvs, at nýggir filmir eru á skránni hvørt fríggjakvøld og verða so vístir hvørt kvøld til týskvøld.
Møguliga verður eisini barnafilmur vístur seinnapartar sunnudagar, so at tað vera fýra sýningar sunnudag. Men tað fer eisini at bera til at skipa fyri sersýningum sýningum, um skúlar, ella størri bólkar, vilja sleppa at síggja film uttanfyri vanligu sýningarnar.
Fyrsti filmurin, sum verður vístur í Suðurbio, er filmurin um grísin ?Babe?, sum dugir meiri enn grísar flest. Hann verður vístur klokkan 17.30.
Aftaná verður stórfilmurin ?Meet Joe Black? við Brad Pitt og Anthony Hopkins í høvuðsleiklutunum, vístur klokkan 19. Seinasti filmurin í kvøld byrjar kl. 22.30, tað er tann sera hendingaríki ?Rush Hour? við Jackie Chan, kinverskum serfrøðingi í stríðsítrótti, og Chris Tucker amerikanskum skemtara í høvuðsleiklutunum.
Av øðrum filmum, sum fara at ganga í Suðurbio í næstu framtíð, kunnu nevnast stórfilmurin ?Saving Private Ryan? við Tom Hanks í høvuðsleiklutinum, hesin filmurin fekk 10-11 Oscar-virðislønir. Eisini er at nevna Walt Disney filmurin, ?Forældrefælden?, við Dennis Quaid, ?Den Tynde Røde Linje? við Nick Nolte, George Clooney, Woody Harrelson og Sean Penn, ?Under Angreb? við Bruce Willis og Denzel Washington, ?Blade? við Wesley Snipes, umframt ?Startrek?.
Harafturat kunnu nevnast teir báðir barnafilmarnir frá Walt Disney, ?Prins of Egypt? og ?Ants?.