Nú er hann nummar 45

Nú er Donald John Trump alment tikin í eið 45. forsetin í USA, og hevur tikið við sum forseti eftir Barack Hussein Obama, ið var forseti nummar 44.


Tað hendi fyri løtu síðan í hátíðarløtu á trappunum frammanfyri amerikansku kongressini, tá hann legði hondina á bíbliuna hjá Abraham Lincoln og sína egnu barndómsbílbliu og endurtók forsetaeiðin eftir John Roberts, leiðaran fyri hægstarættdómararnar.


Amerikanska fólkið valdi Donald Trump til sín nýggja forseta á forsetavalinum 8. november 2016, tá hann vann 304 valmenn, meðan demokratiska mótvalevnið, Hillary Clinton, vann 227 valmenn.


Seinni fara Donald Trump og varaforsetin Mike Pence eina ferð omaneftir Pensylvannia Avenue og dagurin endar við eini veitslu.