Tey vóru ikki mong, sum væntaðu sær tað heilt stóra av KÍ farna kappingarár, men í ár er søgan ein onnur. Eftir gull í steypakappingini og silvur í landskappingini, so er KÍ nú at finna millum favorittarnar.
Tí er KÍ eisini favorittur at vinna á Skála í fyrsta umfari, men Skála hevur somuleiðis lagt eitt gott kappingarár afturum seg. Við fleiri spælaraskiftum, so eru vónirnar heldur ikki ongar til teir appilsingulu av Skála í ár.
KÍ hevur at kalla allar mans tøkar. Ivamálið er Ísak Simonsen, sum spælir á vinstra bakki og vinstra vongbakki, tá tað er brúk fyri tíð. KÍ hevði trupult við at finna ein avloysara í stórsteypadystinum, har menn sum Atli Danielsen, Jákup B. Andreasen og Tórur Justesen allir spældu eina løtu, men ongin sannførdi. Hørður Askham sat uttanfyri leygardagin, men er meldaður tøkur.
Hákun Edmundsson tøkur
Fyri Skála situr André Olsen uttanfyri komandi fýra vikurnar við skaða, meðan Ólavur Mikkelsen er ivasamur. Tað kemur tó væl við, at Hákun Edmundsson er leigaður úr Vendsyssel. Hann er tøkur til dystin í dag.
Les eisini: Skála leigar Edmundsson
Dómari í dystinum í Klaksvík verður Rúni Gaardbo.