Í apríl í ár byrjaði jørðarbeiðið til stóru útbyggingina av Høllini á Hálsi, ið skal gerast til dupulthøll. Eisini byrjaði gerðin av parkeringsøki við Skipar Hansens Stein. Ta arbeiðstøkuna hevur P/F J & K. Petersen tikið sær av. Jørðarbeiðið á Hallarheygnum er um at vera liðugt, meðan parkeringsøkið væntandi verður liðugt í heyst.
Fyrr í dag hevur Tórshavnar Kommuna undirskrivað sáttmála við P/F Búsetur um bygningsarbeiðstøkuna, Sp/f Install um el-arbeiðstøkuna og P/F Mariu Poulsen um HVS-arbeiðstøkuna. Hesir tríggir sáttmálarnir fara at kosta umleið 31 milliónir krónur tilsamans.
Tað var í november í fjør, at býráðið samtykti, at høllin á Hálsi skuldi gerast til dupulthøll. Hetta merkir, at ein heilur hondbóltsvøllur kemur afturat. Høli verða eisini bygd til borðtennis og judo, so umstøðurnar hjá hesum ítróttargreinum betrast. Dupulthøllin skal eisini kunna veita umstøður til aðrar ítróttagreinir, til finalur og til størri altjóða kappingar.
Í tíðindaskrivi sigur Tórshavnar Kommuna, at hetta verður ein fjølbroytt og fleksibul høll, sum kann vera við til at menna ítrótt, vinnulív, mentan og altjóða samstarv. Dupulthøllin er tí meira almentgagnlig og røkkur fleiri áhugabólkum.
Eftir lokna útbyggin fer høllin á Hálsi at rúma 1800 áskoðarum á verandi áskoðaraplássum, umframt tveir dynamiskar áskoðarapallar, ið kunnu flytast. Eitt nú til konsertir kann roknast við plássi fyri 2500-3000 áhoyrarum, alt eftir uppseting.
Parkeringsumstøðurnar verða eisini munandi betraðar við fleiri enn 100 nýggjum parkeringsplássum. Ætlandi verður byggiarbeiðið liðugt í endanum av 2017.