Tað hevur verið møguleiki fyri tí, síðani lutur varð kastaður um, hvussu liðini skuldu hittast í Europa Cup kappingunum, og nú er tað vorðið til veruleika. Danska Brøndby og norska Rosenborg skulu í innanhýsis kapping gera av, hvat av hesum báðum liðunum skal vera í hattinum, tá tað síðst í hesum mánaðinum fer at verða drigið um, hvussu liðini í europeisku meistarakappingini skulu bólkast.
Rosenborg hevur ikki luttikið í tveimum teimum fyrstu undanumførunum. Góðu úrslitini hjá teimum í Europa Cup tey nógvu seinastu árini hava havt við sær, at teir hava bíðað, inntil møguligu mótstøðuliðini hava stríðst fyri at sleppa so langt.
Danska Brøndby hevur hesa seinastu vikuna spælt ímóti albanska meistaraliðnum, Dinamo Tirana. Í síðstu viku vann Brøndby 1?0 á heimavølli, og mikukvøldið vóru teir uppaftur meiri sannførandi í albanska høvuðsstaðnum Tirana, har Brøndby vann 4?0.
Í 1. hálvleiki kom einki mál. Men stutt eftir steðgin skoraði Peter Madsen, sum annars ikki hevur skorað higartil í hesum kappingarárinum, og so punkteraði heimaliðið. Teir tóktust ikki trúgva uppá, at teir skuldu megna at skora trý mál. Brøndby hevði í 2. hálvleiki fullkomna yvirvág, og tá teir í síðstu løtu fingu brotsspark, fekk Auri Skarbalius møguleikan at skora. Hetta var dystur nummar 155 hjá honum í Brøndby troyggjuni, og hann hevði ongantíð skorað frammanundan.
Brøndby hevur nógvar royndir í Europa Cup. Dysturin mikukvøldið var tann 90. hjá teimum í europeisku kappingunum, og sigurin var tann 40..
Michael Laudrup var rímuligt nøgdur, og hann segði seg einki kenna til mótstøðuliðið í komandi viku, Rosenborg. Hjálparvenjarin í Brøndby, John Faxe Jensen, fer í vikuskiftinum til Noregs at fylgja við landskappingardystinum hjá Rosenborg.
Merkisvert er tað, at fyrrverandi Brøndby venjarin, Åge Hareide, á nýggjárinum verður nýggjur venjari hjá Rosenborg. Einki er at ivast í, at hann gevur komandi felagnum hjá sær ráð og vegleiðing í, hvussu teir best kunnu fella Brøndby.
Fyrri dysturin verður í Tróndheimi í komandi viku, og í aðru viku fer at verða spælt í Brøndby.