Millum annað er tað nú nærum eitt krav, at talan er um trý stig sunnudagin. Eisini hóast talan er um útidyst í Vági, har flestu liðini aloftast hava tað trupult. Stigatalvan staðfestir tó munin, sum í løtuni er á liðunum, og tí gerast bæði viðhaldsfólk og spælarar kræsin. Eisini hóast EB/Streymur enn ikki hevur vunnið í Vági, tá tosað verður um fremstu deildina. Og tað skapar eitt trýst, sum spælararnir mugu læra at liva við.
Piotr Krakowski og hansara menn kunnu tó fegnast um, at hópurin er at kalla fullmannaður, nú farið verður til Vágs. Einasti spælarin, sum ikki er tøkur, er Ólavur Poulsen, sum hevur ein brotnan arm.
Eisini hjá heimaliðnum eru allir mans tøkir. Birgir Jørgensen var í burðafarloyvi, tá VB/Sumba vitjaði í Havn. Og einki er at ivast í, at hann er kærkomin aftur á liðið. Bæði sum skarprættari og spælstøð. Og ikki minst sum ein royndur stuðul hjá mongu ungu spælarunum á liðnum.