Nú er lagið vorðið betri

Fótbóltur: Seinasta hálva annað árið hevur verið alt annað enn stuttligt hjá føroyska álposessinum, men seinasta mánaðin hevur hann aftur fingið vind í seglini

Tá Todi Jónsson í 1993 gjørdi av at fara til Danmarkar fyri at royna fótbóltsevni síni, hevði hann helst ikki væntað, at fótbóltstilvera hansara skuldi gerast so skiftandi, sum hon hevur verið.

Eftir at hann á vári 1994 varð tikin upp í fyrstaliðshópin hjá Lyngby, arbeiddi hann seg spakuliga upp eftir. Rættulig ferð kom á, eftir at táverandi venjarin í Lyngby, Michael Schäfer, gjørdi av at flyta skjóta føroyingin niðan í álopið, og tey bæði seinastu árini í Lyngby, varð hann av mongum mettur at vera millum bestu áleypararnar í Danmark.

Sáttmálin, sum hann tá hevði við Lyngby, gekk út á sumri 1997, og eftir at hava vrakað tilboð úr Eysturríki og Belgia, gjørdi Todi av at royna seg hjá danska stórfelagnum, FC Køb-enhavn.


Byrjaði gott

Tíðin í stórfelagnum í býnum byrjaði eisini við buldur og brak. Todi gjørdist beinan vegin fastur fúsur á liðnum, og fyrru helvt av kappingini lá væl fyri hjá bæði Toda og liðnum. Tá farið varð í vetrarfrí, var FCK við í oddastríðnum, og Todi hevði gjørt rættuliga um seg, m.a. við eini sannari perlu av einum máli, tá FCK á heimavølli vant burtur úr arvafíggindanum, Brøndby.

Eftir steðgin byrjaði alt brádliga at ganga galið. FCK var ikki til at kenna aftur, og niðurtúrurin rakti eisini Toda. Málini komu ikki longur, og FCK mátti taka til takkar við eini endastøðu, sum als ikki var í tráð við stóru ætlanir felagsins. Byrjanin av næsta kappingarárinum hjá Toda var ikki stórt frægari. FCK var ongantíð við í oddastríðnum, og tá farið varð í vetrarsteðg var greitt, at okkurt mátti gerast, og okkurt varð eisini gjørt.

Felagið setti »besta venjaran í Danmark« at taka sær av liðnum, og sum um tað ikki var nóg mikið, megnaði felagið eisini at lokka superstjørnuna, Brian Laudrup, heim til Danmark at spæla, eftir at hann ongantíð hevði funnið seg til rættis hjá enska Premier League liðnum, Chelsea.

Samskifti millum leikarar og venjaran var tó ikki so gott, og eftir bert ein landskappingardyst høvdu leiðsla og leikarar fingið nóg mikið, og Andersen varð sendur til hús. Kim Brink, sum tvær ferðir áður hevði verið venjari hjá felagnum, varð aftur biðin um at taka yvir, men heldur ikki hann megnaði at venda gongdini.


Nú gongur framá

Árið í ár byrjaði heldur ikki serliga væl. Long tíð gekk, áðrenn fyrstu stigini komu til høldar, og FCK var eina tíð at síggja millum tey liðini, sum stríddust fyri at sleppa upp um niðurflytingarstrikuna. Todi var at síggja á vøllinum so at siga allar dystirnar, men tað var langt í frá hvørja ferð, at hann var millum teir fyrstu 11 á liðnum.

Eisini byrjaðu skaðar at gera um seg í hópinum, og kanska var tað júst hetta, sum gjørdi at tað nú fór at ganga rætta vegin. Allir leikarar á liðnum stríddust nú fyri sakini, men fleiri umfør vóru teir óhepnir, og máttu taka til takkar við javnleiki ella einum teprum tapi. Við tað at fleiri miðvallaleikarar vóru millum skaddu leikararnar, gjørdi Kim Brink av, at flyta bæði Thomas Thorninger og Toda Jónsson úr álopinum og oman á miðjuna, og nú gekk brádliga nógv betri hjá Toda.

Fleiri dystir á rað hevur hann verið millum bestu leikararnar hjá FCK, og liðið, sum nú ikki hevur tapt í ein mánað, er farið at klintra upp eftir stigatalvuni.


Aftur í fjølmiðlunum

At tað nú gongst liðnum betur, merkir eisini, at skrivingin í bløðunum er snarað tann positiva vegin, og í vikuskiftinum vórðu heili tvær samrøður við Toda at lesa í donsku fjølmiðlunum.

Tá danska fótbóltsblaðið, Tips Bladet, kom á gøtuna fríggjadagin, var sjón fyri søgn, at Todi nú er um at koma rættuliga fyri seg. Blaðið hevur hvørja viku eina samrøðu við ein av profilunum í donsku kappingini, og hesa vikuna var valið so fallið á føroyska áleyparan, sum nú stórtrívist í nýggja leiklutinum á vinstra miðvallarborði.

Sum um hetta ikki var nóg mikið, so var Todi aftur at síggja í bløðunum leygardagin við tað at Jyllands Posten tá hevði gjørt eina samrøðu við hann.


Luttekur eisini í

verjupartinum

Fyrrakvøldið hittu vit Toda á máli, og spurdu vit hann, hvussu tað kennist, nú hann aftur verður taldur millum bestu leikararnar í Danmark.

Todi dylur ikki fyri, at tað er ein góð kensla, at tað nú aftur gongur framá hjá liðnum, og ikki minst hjá sær sjálvum. At Kim Brink valdi at flyta hann aftur á miðvøllin var mest at kalla ein neyðloysn, men sum tað gongur í løtuni er rættuliga sannlíkt, at talan verður um eina varandi støðu. Sjálvur hevur Todi einki ímóti at spæla á miðvøllinum.

Meðan hann leikti her heima, og fyrstu tíðina í Lyngby, var hann vanliga á miðvøllinum, so hetta er sum so ikki nøkur nýggj støða. Tað løgna við hesum er kortini, at størsti trupulleikin hjá FCK nú tykist at vera í álopinum. Einasti áleyparin, sum er í álopinum í løtuni er Clement Clifford, við tað at David Nielsen er skaddur í løtuni og Thomas Thorninger, eins og Todi fluttur oman á miðvøllin.

Todi væntar tó ikki, at hann verður fluttur niðan aftur í álopið í bræði, tí tað tykist honum at bæði venjari liðfelagar eru væl nøgdir við avrikið hjá honum á miðvøllinum. Sjálvur heldur hann eisini, at hansara styrki, tey skjótu rykkini, koma betur til sín rætt á miðvøllinum. Harumframt er heldur ikki talan um sama trýstið, við tað at krøvini til málskjóting ikki eru so stór, nú hann er á miðvøllinum. Móti fyrrverandi liðfeløgunum úr Lyngby seinasta næst seinasta sunnudag var Todi tó aftur at síggja á máltalvuni, við tað at hann fyri fyrstu ferð síðani apríl mánaða, megnaði at senda bóltin í málið hjá mótstøðuliðnum.

Todi varð í sínari tíð fluttur niðan í álopið, tí Schäfer ikki helt hann orka nóg væl, til at leika á miðvøllinum. Tá hann leikti her heima, var hann heldur ikki kendur fyri síni defensivu evni, men kortini hevur tað gingið hampuliga væl í verjupartinum, nú hann aftur er at síggja á miðvøllinum. Sum hann sjálvur sigur, so er man noyddur at taka tann súra partin av arbeiðinum við, tá spælt verður á miðvøllinum, og tað við orkuni er ikki nakar trupulleiki longur.

»Sjálvandi eru tað nakrir av liðfeløgunum, sm orka betur enn eg, men mín styrki hevur heldur ongantíð verið konditiónin« staðfestir Todi.


Tiltrongd hvíld

Spurdur um tað ikki kann tykjast eitt sindur hugtungt at skula í vetrarfrí, nú tað er farið at ganga somikið væl, heldur Todi, at hóast positivu gongdina seinastu tíðina, so er tað gott hjá leikarunum at fáa ein steðg nú. Summarfrítíð var lítil og eingin, einans einar 14 dagar, so talan er um tiltrongda hvíld, sum leikararnir nú fáa.

Tvey umfør eru eftir áðrenn vetrarsteðgin, og megnar FCK at vinna móti AGF og Viborg, byrjar tað rættuliga at líkjast nøkrum hjá stóra felagnum, sum í løtuni liggur 10 aftan fyri oddaliðið við Herfølge, sum hevur landsliðsfelagan og vinmannin, Jákup Mikkelsen, í málinum. Hinvegin ásannar Todi, at teir eisini eru noyddir at hyggja niðureftir, tí enn eru teir ikki slopnir heilt úr botninum.

Komandi ár fer kappingin í gongd um hálvan marts, men leikararnir byrja at venja beint eftir jól. Eins og vanligt hevur verið seinastu árini, fer FCK á ferð suðureftir áðrenn kappingin fer í gongd aftur, og hesu ferð verður helst talan um at fara til Suðurafrika, har FCK fyri stuttum hevur sett á stovn ein fótbóltsskúla, sum teir í framtíðini vóna at fáa stóra nyttu burturúr.


Trívist væl

Sáttmálin, sum Todi hevur við høvuðsstaðarfelagið gongur út komandi summar, og fram til seinastu viku var einki tos um at leingja sáttmálan, men eftir góða spælið seinastu tíðina, er leiðslan í felagnum nú farin í samráðingar við føroyingin, sum við tíðini er vorðin 27 ára gamal.

Todi hevur tó ikki tikið støðu til nýggja sáttmálauppskotið enn, men leggur í sama viðfangi afturat, at hann trívist sera væl í FCK. Hann leggur dent á, at tað er ein sera góð kensla at vera við til at byggja nakað nýtt upp, og hann heldur at tað eru stórir møguleikar í liðnum hjá FCK. Fleiri ungir leikarar eru í hópinum, og tað er púra greitt, at nógvir av hesum koma at mennast nógv komandi tíðina. Hetta skal tó ikki tulast soleiðis, at hann ikki eru áhugaður, um so er at tilboð koma aðrastaðni frá, tí hann hevur ongar ætlanir um at selja seg sjálvan fyri lítið og lætt.

Enn hevur hann einki hoyrt um, at onnur feløg hava sýnt honum áhuga. Onnur feløg hava heldur ikki loyvi til at seta seg í samband við leikaran, fyrr enn seinasta hálva árið av sáttmálanum, men sjálvur heldur Todi, at skulu onnur feløg verða áhugað í honum, er neyðugt at sýnir gott spæl yvir eitt longri tíðarskeið.


Framtíðin ógreið

At enda spurdu vit Toda, um hann hevði tikið støðu til, hvat hann ætlar sær at gera eftir at yrkisleið hansara sum fótbóltsleikari er av. Hetta hevur hann als ikki støðu til, men í løtuni er hann so byrjaður at lesa fyrireiking til støddfrøði, soleiðis at hann komandi ár kann byrja at lesa HD. Hvat skal henda aftan á hetta er als ikki fastlagt enn, men hann og unnustan, Tórun, hava tó havt á munni, at tey ætla sær at flyta aftur til Føroya.

Spurdur um honum kanska leingist heim aftur sigur hann, talan sum so ikki er um tann stóra longsulin, men hinvegin er tað sum føroyingur lættast at vera í Føroyum. Serliga tá tað gekst illa í hond hjá liðnum, saknaði hann vinir og familju rættuliga nógv, við tað at trýstið uttan ífrá var somikið stórt. Hinvegin er FCK eitt felag, sum gjarna vil teljast millum tey stóru, og eru teir heldur ikki bangnir fyri at siga frá hesum, so hetta visti eg av, áðrenn eg skrivaði undir av fyrstan tíð.

Fyri fyrst verður Todi tó noyddur at geva sítt ítarsta fram til komandi summar, og síðani má tíðin vísa, hvussu alt fer at laga seg.