Nú er liðugt í Georgia

Beinleiðis frásøgn: Til ber at fylgja U21 landsdystinum móti Georgia beinleiðis her

Føroyska U21 landsliðið spælir í dag landsdyst í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, móti Georgia. Seint í fjør spældu júst somu lið í Føroyum í einum dysti, sum føroyska liðið tá vann 3-1.

 

Møguleiki er fyri at fylgja dystinum beinleiðis gjøgnum stroyming. Tað kann gerast við at trýsta á her.

 

 

Georgia U21 – Føroyar U21 1-0 (0-0)

1-0 Luka Zarandia, 46.

 

90 min liðugt: So bríkslaði armenski dómarin av fyri seinastu ferð niðri í Georgia til U21 landsdystin millum Georgia og Føroyar. Endaliga úrslitið av dystinum var, at Georgia vann dystin 1-0 við máli sum longu kom í fyrsta minutti av seinna hálvleiki. Sum heild var talan um ein javnan dyst, har føroyska liðið saktans kundi havt fingið eitt stig burturúr.

 

85 min: Tað líkist nógv einum sigri til Georgia í løtuni. Hóast føroyska liðið roynir at trýsta av øllum alvi, hevur Georgia gott tamarhald á dystinum í løtuni, har tað er langt ímillum vandamiklu møguleikarnar hjá Føroyum.

 

80 min: Í løtuni liggur tað meira í luftini, at Georgia fer at økja um leiðlsuna, heldur enn at Føroyar fara at minka um munin. Georgia hevur havt upptrekk til fleiri vandamiklar støður seinastu løtuna. Føroyska liðið hevur gjørt sína fyrstu skifting í dystinum Benjamin Heinesen úr B36 er farin út, og Ari Olsen hjá Skála er komin inn.

 

75 min: Arbeiðsinnsatsurin á føroyska liðnum er góður, og spælararnir leggja nógv fyri í øllum tvídystunum á vøllinum. Men føroyska liðið hevur tað trupult við at koma fram til málmøguleikar í løtuni.

 

66 min: Nakað er farið av føroyska trýstinum seinastu løtuna, og dysturin er farin eitt sindur í tómgongd, har langt er millum vandamiklu málmøguleikarnar. Enn eigur føroyska liðið fyrstu skiftingina til góðar.

 

60 min: Eftir at fyrstu minuttirnir í seinna hálvleiki vóru vánaligir hjá føroyska liðnum, er føroyska liðið raknað við seinastu løtuna. Ítøkiliga hevur liðið havt tvær fínar atsóknir, men upptrekk hevur verið til fleiri aðrar vandamiklar støður.

 

53 min: Og nú var um reppið, at føroyska liðið mundi fingið javnað. Eitt langt innkast frá Meinhard E. Olsen endaði við, at Jákup Thomsen slapp til skot. Men skotið fór beint við síðuna av málinum hjá Georgia.

 

50 min: Nú var um reppið, at Georgia økti um munin til 2-0. Liðskiparin, Luka Zarandia, kom aftur í góða støðu, og valdi hesaferð at spæla yvirum til ein púra frían viðleikara við síðuna av - men tíbetur fyri okkara menn, fór royndin við síðuna av málinum hjá Karstin Hansen. Føroyska liðið er ikki komið væl út til seinna hálvleik.

 

MÁÁL 1-0 til Georgia, 46 min: Føroyska liðið hevur fingið eina marrubyrjan uppá seinna hálvleik, tí longu í fyrsta minuttinum av seinna hálvleiki, hevur Georgia lagt seg á odda 1-0. Georgiska málið var væl spælt – fyrst eftir eitt gjøgnumbrot í teirra vinstru síðu, sum endaði við at bólturin var spældur væl til ein georgiskan leikara í føroyska brotssteiginum, sum smekkaði til. Málskjútti hjá Georgia var liðskipairn Luka Zarandia.

 

45 min hálvleikur: So bríkslaði armenski dómarin til hálvleik í Georgia, har hálvsstøðan í U21 landsdystinum millum Georgia og Føroyar er 0-0 javnleikur. Sum heild hevur talan verið um ein javnan fyrra hálvleik leikliga, har eingin stórvegis málmøguleiki hevur verið. Føroyska liðið sær út til at hava líka so góðan møguleika fyri at vinna dystin sum Georgia.

 

43 min: Meinhard E. Olsen sær gult á føroyska liðnum, fyri at fella georgiskan leikara á veg í skjótálop. Stutt áðrenn hevði Høgni E. Nielsen annars eina fína roynd á føroyska liðnum, sum tó var blokerað út til hornaspark.

 

40 min: Tað er Georgia, ið hevur eina lítla yvirvág í dystinum beint nú. Men tá talan er um málmøguleikar, stendur føroyska liðið væl fyri. Einastu málroyndirnar hjá Georgia higartil hava verið eftir langskot.

 

35 min: Tað er langt millum vandamiklu støðurnar í dystinum, har føroyska liðið stendur væl og gevur lítið burtur í verjustøðu. Men tað eydnast heldur ikki føroyska liðnum at gerast vandamikið. Talan er um ógvuliga javnan dyst.

 

25 min: Talan var beint nú um spenta støðu í báðum endum. Fyrst var um reppið at Jákup Thomsen kundi leggja Føroyar á odda 1-0, tá eitt langt innkast mundi verið vandamikið, sum tó varð blokerað. Og í mótálopinum, var um reppið at ein georgiskur leikari slapp at renna fríur móti málinum, men Karstin Hansen í føroyska málinum var vakin og fekk sparkað bóltin burtur.

 

15 min: Tað er helst ikki ov nógv sagt, at Føroyar hava eina lítla yvirvág í dystinum í løtuni. Serliga eru tað Jákup Thomsen, Meinhard E. Olsen, Benjamin Heinesen og Teit Jacobsen, ið geva mótstøðuliðnum høvuðbrýggj við teirra høgu ferð.

 

10 min: Tað gongur javnt á í dystinum millum Georgia og Føroyar, har tað ikki orduliga hevur verið nakar stórur møguleiki hvørgan vegin. Føroyar hava havt ávísar góðar støður, sum kundu elvt til størri kjansir, og Georgia hevur higartil bert verið vandamikið uppá langskot.

 

5 min: Tað var um reppið at Føroyar fingu fyrsta stóra møguleikan í dystinum, tá Jákup Thomsen var sendur avstað við langari avlevering frá Bartal Wardum úr verjuni. Georgiska verjan fór skeiv av longu sendingini, og Jákup Thomsen hevði góða møguleika at renna frá verjuni, men einki spurdist burturúr.

 

2 min: Føroyska liðið hevur eitt varið útgangsstøðið til dystin, har Georgia higartil hevur verið meira á bóltinum. Føroya spæla við trimum sentralum miðvallarum, har Høgni E. Nielsen úr 07 Vestur liggur sum tann aftasti, meðan Teit Jacobsen og Jóannes Bjartalíð liggja frammanfyri hann. Til høgru á miðvøllinum spælir Benjamin Heinesen og til vinstru spælir Meinhard E. Olsen.

 

 

Føroyska liðið: 

Karstin Hansen (Skála) - Jóannes K. Danielsen (KÍ), Bjarni Petersen (B36), Bartal Wardum (HB), Erlendur Magnusson (B36) - Høgni E. Nielsen (07 Vestur), Teit Jacobsen (HB), Jóannes Bjartalíð (KÍ), Benjamin Heinesen (B36), Meinhard E. Olsen (B36) - Jákup Thomsen (Thisted FC)