Hóskvøldið var grannastevna í Hvalba har ymisk mál, bygdini viðvíkjandi, vórðu avgjørd.
Tað eru tey, sum eiga jørð í Hvalbiar Sókn, ið hava rætt at møta á grannastevnu.Sóknin er Hvalba, Sandvík og Lítlu Dímun.
Av teimum 97,5 merkrunum av jørð, sum hoyra til sóknina, vóru tær 23 merkurnar umboðaðar á stevnuni.
Eini 30-40 fólk vóru møtt á stevnuni.
Tað er av tí nógva, tí vanliga eru ikki meiri enn 10-15 fólk á stevnuni- uttan fjórðahvørt ár, tá ið grindaformenn skulu veljast.
Harumframt var sýslumaðurin til staðar á stevnuni.
Ongar gæs
Trý mál vóru til umrøðu á grannastevnuni.
Eitt uppskot var til viðgerðar um at tað skal verða loyvt aftur at hava gæs, sum tey høvdu fyrr.
Hildið verður, at tað serliga var hetta málið, sum dróg fólk á stevnuna
Tað vóru fólk, sum umboða átta gyllin, ið høvdu lagt uppskotið fyri grannastevnuna um at tað skuldi aftur verða loyvt at hava gæs.
Men mótstøðan ímóti gæsnum var so stór, at tað vóru bara hesir somu átta gyllininir, sum atkvøddu fyri uppskotinum.
Sostatt varð tað felt við stórum meiriluta.
Fyrr høvdu tey gæs í sóknini, men tær vóru avsagdar undir krígnum og síðani hevur tað ikki verið loyvt at hava gæs.
Yvirhøvur hildu fólk, at tað stóðst ov stórt óskil av gæsnum, m.a. tí tað var ómøguligt at halda tær burtur úr bønum um summarið.
Hundarnir skjótast
Eitt annað mál, sum varð lagt fyri stevnuna, var tann klassiski trupulleikin í Føroyum: Og tað er trupulleikin, ið stendst av, hundum, sum ganga leysir.
Sum aðrastaðni eru hundar, sum ganga leysir, ein stórur trupulleiki í Hvalba
Aftaná lívligt orðaskifti, varð avgjørt á grannastevnuni, at nú skal tað verða loyvt at skjóta hundar, sum ganga leysir, uttan ávaring.
Hinvegin var lítil áhugi fyri at skjóta haru.
Onkrir hagar vórðu bodnir út til haruskjóting, men tað komu ongi boð.
Grannastevnan skuldi eisini velja nýggja bygdanevnd.
Teir tríggir, sum hava verið í bygdanevndini, Olaf Jacobsen, Manne Næs og Jákup Joensen, bóru seg allir undan afturvali.
Teir, sum vórðu valdir í bygdanevndina ístaðin fyri teir, vóru Eliesar Poulsen og Birgir Toftheyggj, báðir úr Hvalba, og Sámal Poulsen úr Sandvík.
Í bygdakassanum eru 22.000 krónur. Nevndin umsitur ymisk mál sóknini viðvíkjandi t.d. at selja strandarættindini til beiti, selja sand o.s.fr.