Nú er summartíðin gylta

Fuglfirðingar bjóða til varmakeldustevnu um vikuskiftið við áhugaverdari og fjølbroyttari skrá

Fuglafjørður: Yvirskriftin omanfyri er 1. reglan í sangi, sum ein bólkur í býnum gjørdi so vælkendan fyri mongum árum síðani.
Nú stendur árliga stevnan í býnum fyri framman ? varmakeldustevnan - og fólkið vónar sjálvandi, at veðrið verður júst soleiðis sum sangurin ber boð um.
Mánadagin var júst ein slíkur dagur, sum øll ynskja sær á eini stevnu: Sólin skein oman og niðan. Tað var hiti í luftini. Og gleðin lýsti av fólki, nú enn ein slíkur sóldagur kom undan kavi.
Fólkið í býnum hevur fyrireikað seg til varmakeldustevnuna í longri tíð. Hvør einasti teirra ynskir, at henda stevnan gerst ein góð stevna fyri fólkið í býnum og teir mongu gestirnar, sum plaga at leita sær higar.
Skráin spennir víða og hevur nakað fyri øll og allar aldursbólkar innan ítrótt, mentan, tónleik, andalig tiltøk og annað, sum fólki dámar.
So er bert eftir at vóna, at veðrið verður eins gott og mánadagin. Um so er, eru allar fortreytir skaptar fyri eini góðari varmakeldustevnu 2005.
Góða varmakeldustevnu.