Sjólív
86 ára gamli, Eivind Gudmundsen í Sandavági, kom mánakvøldið aftur av sínum seinasta túri til skips.
Hann hevur siglt, síðan hann var blaðungur og hevur roynt so at siga allar veiðihættir.
- Eg havi havt eitt brennandi ynski um at sleppa ein svartkjaftatúr við einum av pelagisku skipunum. Hendan túrin havi eg nú verið, og eg eri ógvuliga ovfarin av teimum umstøðum, sum fiskimenn hava umborð á hesum skipum.
Sosialurin tók ímóti Finni Fríða og Eivindi, tá ið skipið kom á Fuglafjørð um 22-tíðina mánakvøldið, fulllastað við svartkjafti.
Ein dreymur
- Hetta hevur bara verið eitt so einastandandi upplivilsi, at tað má roynast fyri at vita, hvussu stórt hetta er. Finnur Fríði er eitt so veldugt skip, og eg dugi slett ikki at ímynda mær, at fiskimaðurin kann hava tað betri umborð á nøkrum øðrum skipi. Her er liviligt og arbeiðssligt, og tað er stuttligt at síggja, at menn, sum veiða so stóran fong, ikki eru móðir. Alt gongur við hydraulikki, og tú tekur at kalla eingi tung tøk umborð, tá ið alt gongur, sum tað skal.
Eivind sigur, at sum eygleiðari á brúnni á lodnutúri undir Íslandi og svartkjaftatúri í altjóða sjógvi sunnanfyri, dugir hann ikki at ímynda sær, at nakað sjólív kann vera betri enn hetta.
- Hetta er bara sum ein dreymur.
Men, leggur tann 86 ára gamli aftrat:
- Slíkur fiskiskapur krevur, at menn eru á varðhaldi, tí alt gongur við nógvum trýsti.
Hann sigur, at tað var áhugavert at síggja, hvussu skjótt fiskurin verður pumpaður upp úr nótini og trolposanum og niður í lastina. Eingin nertir við nakran fisk, og alt arbeiði umborð vísir seg at fella so lætt á túrinum.
Eivind hevur eisini alt gott at bera manningini heilt av brúnni og niður í maskinrúmið:
- Allir sum ein vóru stak fittir, blíðir og fyrikomandi. Flestu menn eru blaðungir, og allir eru óføra raskir. At skipið hevur gott fólk, kann avgjørt ikki takast frá teimum.
Kokkurin góður
Eivind Gudmundsen sigur, at messan eins og alt skipið, sum tað er, bara er so einastandandi.
- Kokkurin er góður og maturin, vit fingu, var frálíkur. Bæði morgunmatur, døgurði og nátturði var so avbera gott. Hetta var sum at sita við brúdleypsborð hvønn dag og eg skilji ikki, at menn ikki skulu fitna umborð!
Eivind er sum nevnt maskinmaður og hevur altíð siglt sum slíkur.
Longu á fyrsta túrinum til skips í 1937 var hann smyrjari. Tí hevði maskinrúmið umborð á stóra pelagiska skipinum eisini hansara stóra áhuga.
- Maskinan umborð á skonnartini Sólarris var 148 hk. í mun til teir umleið 10.000 hk., sum Finnur Fríði hevur.
Eivind sigur, at hann var í hvørjum króki í maskinrúminum, og allastaðni var reint og nossligt.
- Sum gamal maskinmaður, kundi eg ikki bara mær at nerta við alt, eg kom fram á, og eg kundi saktans verið í hvítum handskum. Har var eingin leki og eingin olja at síggja nakrastaðni. Í eftirlits-rúminum síggja maskinmenninir alt á teldu, sigur hann.
Ungur skipari
Vit spurdu eisini Eivind, hvussu tað kendist at fylgja gongdini av brúnni saman við einum skipara sum er heili seksti ár yngri enn hann sjálvur:
- Jú, tað er heilt vist, at hann megnaði sína uppgávu til lítar. Hann er skilagóður og hóast ungur, hevði manningin virðing fyri honum. Hann verður einaferð góður, trúgvi eg, sigur hann.
Vit kunnu til stuttleikar skoyta upp í, at skiparin, Bogi Jacobsen, er trúlovaður við abbadóttir Eivind.
Sum fiskimaður eitt langt lív, hevur Eivind nógv at minnast aftur á, og nú hann helst hevur verið sín seinasta túr á havinum, spurdu vit hann um hansara fyrsta túr til skips:
- Eg fór við skonnartini, Sólarris úr Sandavági, sum 17 ára gamal í 1937. Vit fóru til Grønlands við bátum. Fiskaðu bæði úr bátunum og við skonnartini. Av tí, at eg var so ungur, var eg við sum smyrjari fyri hálvan part. Tað gekk væl at fiska. Vit vóru burtur í 4-5 mánaðir, og minnist eg rætt, tjenti eg 325 krónur hendan túrin. Hetta varð hildið at vera gott.
Til stuttleikar spurdu vit eisini skiparan, Boga Jacobsen, hvussu stórur manningarparturin umborð á Finni Fríða hevur verið teir umleið 10 dagarnar, Eivind var umborð:
- Vit hava fiskað fyri umleið 4,5 mió kr. hesar dagarnar, og tað gevur ein dekkarapart upp á einar 65.000 krónur, sigur hann.
Mettur av døgum
- Nú eg havi fingið hetta ynskið uppfylt, eri eg mettur av døgum á havinum, sigur Eivind.
Hann vísir tó á, at manningin umborð á Finni Fríða hevur sagt, at hann er vælkomin umborð aftur í summar, um hann hevur hug til tað.
- Hvussu verður við tí, veit eg ikki, men hesir dagarnir hava í allar mátar verið mær eitt stórt upplivlisi.
Vit spurdu eisini Eivind, hvat konan, Jóna, og familjan annars segði, tá ið hann læt tey vita um ætlaninar at fara til skips aftur:
- Tey hildu meg vera býttan!
Eivind sigur, at hann ætlaði at vera burtur á
sínum 86 ára føðingardegi, men tað eydnaðist ikki.
- Eg fór við Saksabergi yvir til Íslands einar tveir dagar eftir føðingardagin, sigur hann.
Seinastu árini, áðrenn Eivind Gudmundsen gavst við sjólívi og skiparakstri, hevði hann skipini, Mars og Venus, sum hann reiddi út. Seinni tók sonurin, Hálvdan Gudmundsen yvir, og eins og flestu reiðaríir og virkir rendi eisini skipavirksemið hjá teimum seg í stóru samfelagskreppuna fyrst í nítiárunum.