Nú eru 700 fólk í sóttarhaldi í Føroyum

Sambært seinastu hagtølunum frá landslæknanum, so eru umleið 700 fólk nú í sóttarhaldi, tí tey hava verið í sambandi við onkran av teium 58 fólkunum, sum eru smittað við koronavirusinum.

933 fólk eru kannað fyri sjúkuna. Higartil er ein av teimum sjúku vorðin frískur aftur. Tað er Kaj J. Skipanes, sum var tann fyrsti, sum varð smittaður.

Kaj J. Skipanes segði við útvarpið í morgun, at hann var sera fegin um, at eingin av teimum, sum fóru í sóttarhald, tí tey høvdu havt samband við hann, vóru smittað.

Í Danmark eru 1057 fólk staðfest positiv við koronasmittu. Í dag komu 17 afturat á listan, men har verður ikki kannað, eins og í Føroyum. Í Danmark kanna tey nú bara tey, sum eru vorðin sjúk. Tí verður sagt, at munandi fleiri heilt víst eru smittað.

Meðan 933 eru kannaði í Føroyum, so eru »bara« 7.854 kannað í Danmark.

Í Grønlandi eru nú tvey fólk smittað.

Seinastu tølini vísa, at í Danmark eru 129 fólk innløgd á sjúkrahúsi. Av teimum eru 24 á intensivari deild, og 18 av teimum eru í respirator.