Nú eru bakkarnir her

Saman við Einari Hansen tykist Johan Troest Davidsen upp á stutta tíð at hava bitið seg fastan í byrjunaruppstillingina á føroyska landsliðnum. Sjálvur hevði hann als ikki væntað, at menningin skuldi ganga somikið skjótt

Modena, Italia: Fyri bara góðum tveimum mánaðum síðani var Johan Troest Davidsen partur av føroyska U21-landsliðnum, sum hevði truplan útidyst móti Italia.

Síðani hevur tó gingið skjótt, og mikukvøldið kundi hann spæla sín næsta A-landsdyst. Aftur hesa ferð í Italia, har mótstøðan var móti heimsmeistarunum. Eitt lop, sum Johan sjálvur ikki hevði droymt um fyri bara fáum mánaðum síðani.

- Tað var ikki í mínum tonkum tá, at tað skuldi ganga so skjótt. Men tað er ótrúliga stuttligt. Tá tú fylgir við í fótbólti, so kennir tú øll hesi stóru nøvnini, sum teir hava á liðnum, so hetta er ein ótrúliga spennandi avbjóðing.

Men tað er kanska bara at fara óimponeraður til verka, hóast nøvnini eru stór?

- Ja, men eg vil tó siga, at tað var kanska nakað paniskt í fyrra hálvleiki hjá okkum. Eg kom ofta at standa í ein móti støðum móti Palladino, og hann er altso ótrúliga kvikur.

- Men eftir steðgin fingu vit betri pláss, og so gjørdist tað eitt sindur stuttligari hjá okkum at spæla. Teir seta sjálvandi ferðina nakað niður. Men eg haldi eisini, at vit fáa gjørt neyðugu broytingarnar á miðvøllinum, soleiðis at trýstið á okkum eisini linkaði.

Og so mundi tú eisini enda dystin við at stúta Føroyar upp á 2-3?

- Ja. Eg kom fram til ein skallara har. Men tíverri fór hann á skeivu síðuna av stólpanum.