Nú eru bert tveir føroyingar eftir í Týr

Tá ið rockbólkurin Týr fekk gjøgnumbrot fyri 20 árum síðani, fanst neyvan nakar meira føroyskur bólkur enn júst teir. Við tungum stevni og kvæðarocki løgdu teir landið niður, og nøkur ár seinni, var leiðin slóðað út í heim. Týr er helst mest seljandi føroyski tónleikabólkurin nakrantíð, tí teir hava selt væl í útlondum.

Nú eru bert tveir av upprunaligu tónleikarunum í bólkinum eftir í Týr. Tað eru høvuðsmaðurin Heri Joensen, sum er sangari og gittarspælari, og Gunnar Thomsen, sum er bassspælari. Trummuspælarin Kári Streymoy og gittarspælarin Terji Skibenæs vóru eisini drúgvir í bólkinum, men teir eru farnir burtur úr seinnu árini – seinast Terji Skibenæs, sum gavst seint í fjør. 

Týr er nú mannað við tveimum føroyingum og tveimum útlendingum. Trummuspælari er Tadeusz Rieckmann, og gittarspælarin er Attila Vörös – annar er ungverji, og hin er týskari, ið flutti sum barn til Ungarn at búgva.

– Hetta er tónleikarar, sum vit fingu viðmæltar. Eg kendi hvørgan frammanundan, men samstarvið hevur riggað væl, sigur Heri Joensen.

Tað er eingin praktiskur trupulleiki við, at tónleikararnir eru í ymiskum londum.

– Tónleikararnir í Týr hava ikki allir búð í sama landi í nógv ár, so tað eru vit vanir við. Vit senda sangir og nótar millum okkum, og annars savnast vit til venjingar og framførslur, sigur Heri Joensen.

Týr hevur spennandi konsertár fyri framman. Í næstum skal bólkurin spæla til »70,000 Tons of Metal«, sum er eitt rock-cruise úr Florida. Í apríl verður Týr á konsertferð í Europa, í mai vitja teir aftur í USA, í summar verða tað festivalar, í heyst skulu teir aftur spæla í Europa, og síðani spæla teir í londum sum Ísrael, Japan og Suðurkorea. 

8 mars er almenni útgávudagurin av nýggju útgávuni hjá Týr. Hon kallast »Hel«.Tónleikurin hjá Týr líkist sær sjálvum - á nýggju útgávuni eru tvey føroysk kvæði umframt norðurlendsk vísuløg umframt nýskrivaðan tónleik.