Arnbjørn Svensson úr Víkingi er boðsendur til U21 EM-undankappingardystirnar ímóti Ísrael og Norðurmakedónia. Arnbjørn avloysir Ólavur Niclasen, sum hevur givið avboð vegna skaða. Eisini er Jákup B. Andreasen fluttur upp á A-landsliðið, men enn er óvist um nakar kemur í hansara stað.
Mikudagin 2. september verður U21 EM-undankappingardystur á Svangaskarði á Toftum, har Føroyar fara at taka ímóti Ísrael. Og eini viku seinni, tann 8. september koma norðurmakedónar aftur hendan vegin.
Farna mánadag úttók Sámal Erik Hentze, landslisðvenjari, hópin til komandi uppgávur, og millum teir 20 var Ólavur Niclasen úr KÍ. Men nú hevur vinstrabeinti klaksvíkingurin givið avboð vegna skaða, og í hansara stað hevur U21-venjarin sent boð eftir Arnbjørn Svensson úr Víkingi.
Á A-landsliðnum hava eisini verið nakrar broytingar. Kaj Leo í Bartalsstovu og Rógvi Baldvinsson haav givið avboð. Jákup B. Andreasen og Patrik Johannesen eru tí úttiknir.
Føroyar eru í bólki 6 í EM-undankappingini fyri U21-landslið. Úrtøkan higartil hevur verið heldur soltin. Føroyska liðið hevur spælt fýra dystir, og hevur framvegis fyrsta stigið til góðar.
Hópurin
Rói Mørk Hentze, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Hanus Sørensen, FC Midtjylland (Danmark)
Ari Olsen, Víkingur
Bjarni Petersen, B36
Mads Mikkelsen, HB
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Arnbjørn Svensson, Víkingur
Andri Benjaminsen, B68
Magnus Holm Jacobsen, B36
Ragnar Samuelsen, B36
Mórits Heini Mortensen, NSÍ
Lukas Giessing, AB (Danmark)
Jonn Johannesen, KÍ
Stefan Radosavljevic, B36
Petur Knudsen, NSÍ
Hannes Agnarsson, B36
Pætur Petersen, HB
Steffan Løkin, NSÍ