Fríggjadagin fingu tiggju nýggjur ambulansaviðgerar prógv í akuttari viðgerð. Hetta eru starvsfólk, sum starvast í heilsuverkinum og longu hava drúgva royndir á økinum.
Útbúgvingin byrjaði í 2019 og síðani hava teir verið í starvsvenjing á bráðfeingis deildunum á Landssjúkrahúsinum og í sjúkrabilinum saman við vegleiðara, umframt skrivligar uppgávur, og annað.
Teir, sum hava tikið prógv, eru av øllum trimum sjúkrahúsunum. Á Landssjúkrahúsinum vóru tað Símun R Joanarson, Hans E Trygvason, Bergleif Sólsker, Rani í Líð og Louis Hansen.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsið vóru tað John Hermansen, Georg Kjærbo og Eyðtór Joensen. Og á Klaksvíkar sjúkrahúsi vóru tað teir báðir, Eli Hansen og Rói Egholm.