6-MANNAFØR KVINNUR
Nær hevur Jarnbardur við kvinnumanning ikki vunnið. Spurningurin á Sundalagsstevnuni í Hósvík var upplagdur. Enn eina ferð megnaði FM vinnarin við fullum stigatali í fjør at koma einsamallur á mál.
Startspurturin var ikki meiri enn liðugur, so var Jarnbardur eina bátslongd undan kappingarneytunum, og munurin var mesta partin av teininum størri enn so. Riddarin gjørdi eina góða roynd at bjóða av. Tær minkaðu um munin, so tað ikki var leyst fram til Jarnbard, men so spentu Knørra genturnar í aftur, og á málinum vóru tær tað mesta av tveimum bátslongdum fremstar.
Næstu bátarnir komu á mál í júst somu røðini, sum teir gjørdu í Klaksvík. Lómur av Argjum var nummar trý. Hann var meiri enn eina hálva bátslongd aftanfyri Riddaran, og hann var leysur av Páll Fanga, sum í miðróðrinum hevði verið betri fyri, enn hann var, tá ið bátarnir komu á mál.
Jarnbardur er so mikið sannførandi, at tað ikki ber til at leggja nýggj lýsingarorð afturat. Í sambandi við royalu vitjanina hava tey í Knørrafelagnum pussað neystið upp, men leygardagin sást, at tað hevur ikki tikið orku og konsentratión frá kvinnumanningini.
Og so var tað svarið upp á spurningin. Nær hevur Jarnbardur seinast luttikið og ikki vunnið. Tær vunnu allar róðrarnar í fjør. Í 2002 vunnu tær eisini allar róðrarnar. Í 2003 var millumár hjá teimum. Fleiri vóru uttanlands, og tær róðu við ymiskum manningum. Tær dúvaðu upp á Ólavsøkuna. Hana vunnu tær, men tær vunnu eisini vestanstevnuróðurin, sum tær ikki høvdu roknað við at vunnið. Á Varmakeldu 3. juli í 2003 var Jarnbardur ikki fyrstur á mál. Tað eru sostatt tvey ár síðani, at tær ikki vunnu.
Higartil í ár hava kvinnurnar umborð á Jarnbardi vunnið tvær ferðir. Einki hevur higartil bent á, at tær ikki skulu vinna tær fimm kappingarnar, sum eru eftir í hesum árinum og harvið at gerast besti kappróðrarbáturin í hesum árinum.