Ein spennandi dystur hevur verið í ensku Premier League í kvøld, har Swansea og Southampton brustu saman í beinleiðis dysti um ikki at flyta niður úr ensku Premier League.
Undan dystinum ákærdi Southampton venjarin. Mark Hughes, fyri skitið spæl, tí at Southampton mátti skifta hotell undan dystinum. Mark Hughes greiddi somuleiðis frá, at skitna spælið frá Swansea hevði givið Southampton eyka motivatión undan dystinum.
Les eisini: Óreint spæl: Dysturin um eina milliard krónur
Og Mark Hughes hevði grein í sínum máli. Dysturin endaði við at Southampton vann dystin tepurt 0-1 við máli frá italska Manolo Gabbiadini, eftir hálvleiksstøðuna 0-0.
Úrslitið ber við sær, at tað nú er heilt víst, at Stoke og West Bromwich Albion flyta niður úr ensku Premier League hetta kappingarárið. Stór útlit eru eisini fyri at Swansea fer at flyta niður.
Við ósigrinum í dag, er Swansea í løtuni triðniðast. Swansea hevur trý stig upp til niðurflytingarstrikuna, har Huddersfield liggur. Fær Huddersfield stig móti Chelsea á útivølli í morgin er tað tí ein sannroynd, at Swansea fer at flyta niður úr bestu ensku deildini. Men tapur Huddersfield móti Chelsea í annaðkvøld, kann seinasta umfarið gerast spennandi um seinasta niðurflytingarplássið.
Tá spælir Swansea á heimavølli móti Stoke, sum longu er flutt niður, meðan Huddersfield hevur truplan dyst móti Arsenal. Sermerkt við tí dystinum er, at talan er um seinasta dystin hjá Arsene Wenger nakrantíð fyri Arsenal.
Undan dystinum í kvøld var Southampton eisini í stórum niðurflytingarvanda. Men eftir týðandi sigurin á útivølli móti Swansea í kvøld, er tað so gott sum heilt sikkurt, at Southampton fær eitt ár afturat í ensku Premier League.
Swansea – Southampton 0-1 (0-0)
0-1 Manolo Gabbiani, 72.