Nú fáa børnini neyðuga hjálp

Børnini, sum vit hava skrivað nógv um í seinastuni, fáa nú tann stuðul tey hava brúk fyri, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður


Tað vóru foreldur lítla Benjamin, sum settu hol málið alment, tá ið tey í Sosialinum lýstu ringu støðuna sum tey vóru í.
Benjamin hevði heilaskaða, men kundi ikki fáa ta serligu hjálp, hann hevði brúk fyri. Ein dagsstovnur var á Sernámsdeplinum til fjølbrekað børn, men hann var afturatin-uttan at nakað annað tilboð var klár til hesi børnini.
Tí hava tey og foreldur teirra verið í ringari neyð hesa tíðina og foreldur Benjamin spurdu rætt og slætt um tey skuldu vera noydd at flyta av landinum fyri at fáa neyðuga stuðulin til sonin.
Men er so ein loysn funnin á málinum, sum Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, sigur, er ein fult nøktandi loysn.
Og tann loysnin er, at Almanna-og heilsumálaráðið leigar hølini á Sernámsdeplinum, har hesi børn gingu á frammanundan og har verður so ein stuðulsstovnur skipaður til hesi børnini.
Men nú verður tað Almannastovan, sum fær ábyrgdina av málinum og tað verður fólk frá stuðulsskipanini fyri børn, sum fara at arbeiða á hesum stuðulsstovninum.
Men tá ið tað er neyðugt, verða serlig fakfólk á sernámsdeplinum eisini til taks.
Í hesum sambandi skulu serkøn fólk hjá Sernámsdeplinum veita viðgerð, ráð og vegleiðing inni á stuðulsstovuni.
Hetta eru tilboð, ið Sernámsdepilin frammanundan bjóðar øllum børnum undir skúlaaldur, ið bera brek.
- Nýggja tilboðið verður skipað sum eitt heildagstilboð á sama hátt sum á øðrum dagstovnum, sigur landsstýrismaðurin.
Í hesum sambandi hava Hans Pauli Strøm og Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður í mentamálum, gjørt eina eitt árs avtalu um  hesa loysnina.
Hetta komandi árið skal so brúkast til at finna eina varandi loysn, sigur Hans Pauli Strøm