Nú fáa hoyvíkingar fótbóltsvøll

FÓTBÓLTSVØLLUR Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at nýggjur fótbóltsvøllur skal gerast við Skúlan við Løgmannabreyt

Nú fáa eisini hoyvíkingar fótbóltsvøll!
Tórshavnar Býráð samtykti í gjárkvøldið at nýggjur fótbóltsvøllur skal leggjast við Skúlan við Løgmannabreyt.
Hetta er eitt mál, sum hevur verið ávegis í nógv ár og nú býráðið hevur samtykt, hvar hann skal vera, verður farið undir fyrireikingarnar at gera vøllin.
Upplýst varð á býráðsfundinum í gjárkvøldið, at tað verður farið undir tað arbeiðið beinanvegin.
Ein orsøk til, at málið hevur drigið út, er ymsar meiningar hava verið um, hvar vøllurin skuldi vera.
Upprunaliga var ætlanin at leggja hann við skúlan við Løgmannabreyt.
Men so tók ónøgd seg upp um ta staðsetingina og í tí sambandi var heldur mælt til at leggja vøllin í Dalinum Langa omanfyri Hoyvíkar Skúla.
Tað endaði við, at verkfrøðingur varð biðin um at kanna eftir, var ein vøllur liggur best.
Her verður hugsað um plásstørv, víðkanarmøguleikar, pláss til áskoðarar, felagshús, ávirkan á býarskipan, atkoma, ferðsla og parkering, ávirkan á grannalag, veðurlagið og prís.


Tvey støð
Umsitingin í býráðnum sigur, at kanningin kemur ikki til nakra greiða niðurstøðu og mælir tískil til, at hildið verður fast um upprunaligu ætlanina at leggja vøllin við Løgmannabreyt.
Hinvegin siga nakrir býráðslimur, at niðurstøðan í kanningini er, at vøllurin liggur best niðarliga í Dalinum Langa, ella kanska longur uppi í Dalinum, tí tað er so vindhart við Løgmannabreyt.
Ein meirluti í Byggi- og býarskipanarnevndin, sum eru Levi Mørk og Jákup Símun Simonsen mæla til at leggja vøllin ovaliga í Dalinum Langa,
Men Fíggjarnevndin mælir til at leggja vøllin við Løgmannabreyt út frá eini heildarmeting, ið tekur atlit til bæði fíggjarlig og býarskipanarlig viðurskifti.

Vindhart
Bogi Andreasen mælti til at hava borgarafund í Hoyvík um málið og Marin Katrina Frýdal mælti til at sleppa ætlanini heilt og at byggja eina fótbóltshøll ístaðin.
Bæði hesi uppskotini fullu og endin varð, at býráðið samtykti einmælt at leggja vøllin við Løgmannabreyt.
Býráðið hevði drúgvt kjak um málið í gjárkvøldið. Summir býráðslimir halda, at tað er so vindhart við Løgmannabreyt, at vøllurin liggur nógv best í Dalinum Langa.
Hinvegin vístu aðrir býráðslimir á, at Dalurin Langi er settur av til fríøki og at verður fótboltsvøllur lagdur har, hava øll tey, sum hava keypt grundstykki og bygt rundan um har, gjørt tað undir skeivum fortreytum og soleiðis kundi býráðið ikki fara við fólki.
Somuleiðis varð ført fram, at ein vøllur í Dalinum Langa verður nógv dýrari, tí har skal nógv spreinging til í sambandi við vøllin, parkeringspláss, vegir og aðrar hentleikar.
Upplýst varð á býráðsfundinum, at ein vøllur við Løgmannabreyt kostar einar 20 milliónir, men ein vøllur í Dalinum Langa kostar 24-25 milliónir og býráðið samtykti, at leggja vøllin við Løgmannabreyt.
LES EISINI GREININA: VIT ERU FANTASTISKA FEGIN