Útróður
Nú skulu eisini teir, sum hava teir smáu útróðrarbátarnir undir 15 tons, sleppa at fiska sunnudag.
Tað hevur samgongan gjørt av.
Annars stendur tað øllum fiskiskipum og størri bátum púra frítt fyri at fiska sunnudagar, men tað hava teir smáu útróðrarbátarnir undir 15 tons ikki havt loyvi til.
Og tað hava teir verið sera misnøgdir við.
? Tað er nógv fyri at sjálvt bakarar sleppa at baka rundstykki sunnudag og fyri nøkrum døgum síðani stóð himmal og jørð í einum, tí vandi var fyri, at vit ikki skuldu sleppa at keypa rundstykki ímillum klokkan 10- og 14 sunnudagar, sigur ein útróðrarmaður við Sosialin.
Sami stemningur var á fundi, sum útróðrarmenn í Suðuroy hildu á Tvøroyri sunnudagin.
Har varð eisini funnist hvassliga at, at tað skuldi vera ólógligt hjá smáum bátum at rógva út sunnudag, men at allir aðrir bátar kundu fiska sum teimum lysti.
Teir vístu á, at teir vóru so nógv avmarkaðir í veðri, at tað var umráðandi at teir fingu brúkt hvønn dag til útróður, sum veðrið var til. Samstundis vísti tað seg mangan, at tað viðraði væl sunnudagar, men av tí at tað var ólógligt at fara út sunnudagar, mistu teir nógva inntøku.
? Tað er høpisleyst, at ein bátur, sum er 15 tons, kann fiska sum hann vil sunnudagar, men ein, sum er 14,9 tons, hevur ikki loyvi til at fiska sunnudag, sigur Milson Berg, formaður í útróðrarfelagnum á Tvøroyri.
Sleppa at fiska sunnudag
Men Johan Dahl, løgtingsmaður, sum var við á fundinum, kundi upplýsa teimum, at bannið ímóti at rógva út sunnudagar við útróðrarbátum undir 15 tons, fer ikki at standa við leingi afturat.
Samgongan er samd um at taka bannið av og í løtuni verður ein kunngerð orðað, har tað verður boðað frá, at bannið verður tikið av, segði hann.
Og hetta váttar Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.
Hann sigur, at arbeitt verður við at gera alla kunngerðina um fiskiskap á landleiðini greiðari og í tí sambandinum er ætlanin at strika greinina sum bannar smáum útróðrarbátum at rógva út sunnudagar.
Broytingnarar í kunngerðini skulu nú til ummælis í Fiskivinnuráðnum, áðrenn hon verður sett í gildi, men hann væntar, at tað verður um ein mánaða ella so, at hon verður lýst og tá fer at standa smábátum frítt fyri at rógva út sunnudagar.
Annars upplýsti Johan Dahl fyri útróðrarmonnum í Suðuroy,at ætlanin var at kunngerðin skuldi vera klár til Norðhavið í vár, men tað miseydnaðist við teirri avleiðing, men gingu og hendur í lumma sunnudagar í bestu fiskitíð, tí teir sluppu ikki til útróðrar fyri lógini.
Nú heittu útróðrarmenn í Suðuroy staðiliga á landsstýrið um at kunngerðin verður lýst, áðrenn Bankin letur upp xxxxxxx, so at fiskiskapurin har ikki skal vera darvaður av at tað er bannað at fiska sunnudagar.