Nú fáa strandingar nýtt spælipláss

Tá spæliplássið alment verður tikið í nýtslu í morgin, fer kommunan at bjóða kaffi og okkurt gott til børnini.

 

Arbeiðið at gera nýggja spæliplássið, ið Sjóvar kommuna í longri tíð hevur arbeitt við, er nú komið so mikið væl áleiðis, at tað er klárt at taka í nýtslu. Nýggja spæliplássið liggur sunnan fyri Stranda skúla.

- Síðan leikurnar byrjaðu at koma upp fyri nøkrum vikum síðan, hava børnini staðið spent og bíðað eftir at sleppa at royna spæliplássið. Gummiundirlagið er nú komið á, og tí ynskja vit nú at taka spæliplássið í nýtslu.

Tað siga tey í Sjóvar kommunu, sum kortini ásanna, at onkrir snøklar enn eru eftir í økinum kring leikurnar. Hóast spæliplássið liggur við Stranda skúla, og sjálvandi eisini fer at verða brúkt av næmingunum har, er spæliplássið alment fyri øll allar tíðir á degnum.

- Í morgin, leygardagin hin 19. september klokkan 16, verður spæliplássið so alment tikið í nýtslu. Borgarstjórin, Artur Johansen, fer at siga nøkur orð, og síðan sleppa børnini framat at royna nýggja spæliplássið.

Í Sjóvar kommunu verður sagt, at øll eru hjartaliga vælkomin til løtuna, og við høvið fer kommunan eisini at bjóða kaffi og okkurt gott til børnini.