Nú fær Smyril fýra skiparar

Hanus Lassen og Pauli Larsen halda fram sum skiparar á Smyrli, og teir fáa tveir starvsfelagar afturat sær Skipararnir á Smyrli, Hanus Lassen og Pauli Larsen, vórðu sagdir upp at fara frá fyri aldur á nýggjárinum, men nú hevur setti strandferðslustjórin, Jákup Danielsen, gjørt av, at teir báðir skulu halda fram hálva tíð hálvtannað ár afturat.

Samstundis er greitt, at teir báðir nýggju skipararnir, sum vórðu settir í starv herfyri, Sverri Kjærbech og Niels Harald Mikkelsen, verða verandi í størvunum.

Jákup Danielsen sigur, at allir partar hava góðtikið loysnina, og Magni Laksáfoss, landsstýrismaður í fíggjarmálum, sigur við Kringvarpið, at stjórin hevur fylgt galdandi reglum, nú hann hevur loyst málið.