Allan Simonsen valdi at leggja síðstu fyrireikingarnar undan dystinum í kvøld eitt sindur øðrvísi til rættis, enn hann annars plagar at gera. Tað var sum eftir bókini, at teir vandu eina ferð sunnukvøldið og tvær ferðir mánadagin. Í staðin fyri at venja tvær ferðir í gjár, so vóru føroyingarnir fyrrapartin á bussferð og sóu syrgiligu leivdirnar frá vitleysa borgarakrígnum.
Í gjárkvøldið klokkan 19.30 skuldu teir venja á Kosevo vøllinum, har teir skulu spæla í kvøld. Tað er rúm fyri fjøruti túsund áskoðarum.
Tá teir í síðstu venjingini venja deyðbóltsstøður plagar at síggjast, hvussu liðið verður mannað. Hetta var eftir, at blaðið var farið til prentingar, og tí ber ikki til hjá okkum at siga neyvt, hvussu venjarin hevur valt at seta liðið saman, men tað er greitt, at sammett við seinast ? í Estlandi 4. juni ? fara broytingar at verða gjørdar bæði frammarlaga og aftarlaga. Í staðin fyri Jens Martin Knudsen verður Jákup Mikkelsen málverji, og í staðin fyri Jan Dam verður Óli Johannesen aftastur í verjuni. Arnbjørn Danielsen hevur verið nevndur sum ein møguleiki, men í Sarajevo rokna føroyingarnir við, at venjarin fer at halda seg til meiri roynda tvørámannin, sum seinast var aftasti maður í útidystinum móti Kekkia 20. august í fjør
Nýtt álop
Nógv bendir á, at hesa ferð verður tað luturin hjá Una Arge at vera fremsta álopshóttanin, og at John Petersen fær leiklutin sum tann, ið skal stuðla.
Uni Arge er ikki heilt ókendur við henda leiklutin, sum hann í fjør hevði í heimadystunum móti Malta, tá hann skoraði til 1-0, og á útivølli móti Kekkia, men oftast hevur leikluturin hjá Una verið at verða skiftur inn. Tað hevur hann roynt í níggju av teimum sekstan dystunum, sum hann hevur spælt, og tvær ferðir hevur tað eydnast honum at skora ? á útivølli móti Kýpros flaggdagin í 1993, og á Svangaskarði móti Spania 4. september 1996.
Væl fyri
Tá landsliðið í summar var í Estlandi spældi Uni Arge tíggju minuttir, og hann helt ikki sjálvur, at hann var væl fyri. Hann var akkurát byrjaður í Leifti og kendi seg ikki at vera í fullgóðari venjing, men avrikini hesa síðstu tíðina hava víst, at nú er venjingarstøðan í lagi.
? Vit venja mest sum hvønn dag, og vit hvíla nógv. Tað krevst eitt lítið sindur meiri at koma ígjøgnum í Íslandi, enn tað krevst í Føroyum, og tað átti man at fingið ágóðan av.
Ætlar tú tær at gera mál?
? Nú veit eg ikki, hvussu liðið fer at síggja út, og um eg sleppi at spæla við. Men dreymurin hjá øllum, sum verða úttiknir, er at spæla, og um eg sleppi upp í part, so fari eg at gera mítt besta. Setningurin verður at reisa seg eftir eyðmýkjandi tapið í Estlandi, og vit kunnu ímynda okkum, at tá tað skal gerast, so verður ikki størsti denturin lagdur á álopspartin, so tað kann vera, at treytirnar hjá álopinum vera ikki tær bestu, men landsliðið plagar at fáa møguleikar hvørja ferð, og so ræður um at gera nyttu burturúr teimum, sigur Uni Arge.
Liðið man annars fara at líkjast tí, sum vit høvdu í blaðnum í síðstu viku.