Hóast Adelborg hevur verið við í 25 ár, so troyttast hon ikki av at spæla sjónleik og film.
- Nú havi eg fingist við tað í so mong ár, at tað hevði kenst ómetaliga tómt ikki at spælt. Men tann dagin eg ikki longur minnist so væl tekstin, tá eri eg farin, tað er púra vist, sigur Adelborg og leggur flennandi afturat, at nú fara leiklutirnir ikki at hanga á trøunum longur.
Treyðugt so, hevur hon longu fingið bjóðað sín næsta leiklut, tá Frankenstein er liðugur. Tað er í filminum hjá Katrini Ottarsdóttir Húsið á Heygnum. Handritið er skrivað, men júst nær farið verður í gongd við tann filmin, veit hon ikki at siga, tí enn eru pengarnir ikki játtaðir.
Í hesum døgum spælir Adelborg, sum sagt, skapningur Frankensteins. Sjálv sigur hon, at tað als ikki var meiningin, at hon skuldi hava tann leiklutin.
- Upprunaliga skuldi eg spæla Elizabeth, kona Frankensteins, men tað komu fleiri avboð til leiklutin sum skapningurin. So eitt kvøldið, tá vit møttu til venjing, spurdi leikstjórin, Jákup Veyhe meg, um eg ikki hevði hug at royna meg í leiklutinum, greiðir Adelborg frá.
Hóast Adelborg spælir leiklutin sum skapningurin einastandandi væl, so er hon sannførd um, at hon átti at havt sagt nei, tá hon bleiv spurd.
- Eg kenni meg ikki heilt foreintað við leiklutin. Eg havi altíð ímyndað mær skapningin hjá Frankenstein sum eitt stórt skepilsi, og soleiðis kenni eg meg als ikki, sigur Adelborg, sum er 157 sentimetrar long. Hon vísir á, at í handritinum stendur ein lýsing av skapninginum, har tað millum annað verður tosað um hendur sum kalvaspraggur og minst einar tvær metrar høgur.
- Og so er tað afturat, at eg havi altíð sæð handan leiklutin sum ein mannfólkaleiklut.
Tað, at skapningurin verður spældur av Adelborg, sum er lítil og spinkul á vøkstri, setur stór krøv til búnan og ikki minst Adelborg sjálva. Og tað skal verða sagt beinanvegin, at tá Adelborg trínur á pallin, sum skapningurin virkar hon bæði stór og ógvuslig, so búnin og hennara framførsla liva upp til síni krøv. Hon hevur ein stóran gipsform á høvdinum, sum hækkar pannuna hjá henni, umframt, at hon hevur einar 15 sentimetrar uppi undir skónum, sum gera sítt til, at hon ikki tykist at vera so lítil. Harafturat er lagt inn undir klæðini hjá henni, so hon sær prúðari út og sminkan í andlitinum broytir tað fitta og ommuliga andlitið hjá henni til tað ikki sørt ræðandi fjesið í skapninginum hjá Frankenstein.
- Eg havi spælt nógvar strævnar og krevjandi leiklutir gjøgnum árini, men hetta er uttan iva ein tann strævnasti, eg nakrantíð havi spælt, sigur hon.
- Í hesum leiklutinum skal eg hugsa annaðleiðis og seta meg inn í kenslurnar hjá hesum neyðardýrinum. Her hugsi eg serliga um alt tað góða innan í honum og so hatrið til serliga Frankenstein. Hetta skiftið í millum at vera góður og so hata so innarliga, setur høg krøv til tað innvendiga í einum, greiðir Adelborg frá.
- Eg eri ikki nøgd við meg sjálva í hesum leiklutinum, og eg meti, at eg átti kunnað gjørt tað betur, hóast øll, sum hava sæð leikin eru sera positiv.
Á palli í 25 ár
Adelborg byrjaði at spæla sjónleik í 1977, tá Klaksvíkar Sjónleikarafelag varð stovnað. Fyrsti leikurin var Magnus. Síðani hevur hon spælt út í eitt, men ikki bara í Klaksvík og ikki bara sjónleik. Hon hevur eisini spælt í Havn og á Oyrarbakka.
- Men hjartað vil altíð verða har, sum ein hoyrir heima tó, sigur Adelborg og leggur afturat, at tað hevur verið bæði spennandi, læruríkt og mennandi at leika við øðrum feløgum í landinum.
Eisini hevur hon spælt við í filmi, til dømis Barbaru og Maðurin, sum slapp at fara. Adelborg er mest kend fyri at standa á palli og verða leikstjórnað av øðrum, men hon hevur eisini roynt seg sum leikstjóra sjálv. Hon leikstjórnaði Fjalla Eivind, Mio mín Mio, Fá mær ein tenor og Tvíburðar, har hon eisini leikti við sjálv.
Tá hon byrjaði at venja í Havn til leikin Vit eiga ikki eitt oyra, spældi hon eisini sjónleik í Klaksvík samstundis. Tað minnist hon aftur sum eina avbera strævna tíð. Tá fór hon til Havnar at venja um morgunin og norður til Klaksvíkar um kvøldið at framføra Ongar blómur á grøvina takk!
Hon greiðir frá, at tað er ein himmalvíður munur á at spæla leik og film.
- Tá tú tekur upp til ein film, so kanst tú til dømis taka tað sama brotið umaftur og umaftur. Og tú sært ongantíð heildina fyrr enn filmurin er liðugur. Tá tað so hinvegin ræður um sjónleik, er tað vanligt, at leikurin verður tikin ígjøgnum fleiri ferðir áðrenn frumframførsluna, og tú sært úrslitið áðrenn. Tað er eisini ein viss sjarma í sjónleiki, at tá tú gert ein feil, so mást tú rætta hann á pallinum. Tú kanst ikki annað, meðan í filmi tekur tú bara tað brotið uppaftur einaferð afturat.
- Eg havi verið við í so mong ár og havi spælt saman við so mongum ymiskum menniskjum, men tað vísir seg, at óansæð hvussu so long tíð gongur í millum, at man spælir saman, so kennist tað líka gott at síggjast aftur og arbeiða saman. Ein verður so sera góður við tey, sum ein spælir saman við, tí tað er nakað heilt serligt samanhald í sjónleiki, heldur Adelborg og undirstrikar, at í sjónleiki er ongin betri enn nakar annar.
- Tað nyttar lítið, at ein hevur ein stóran leiklut, um ikki tann eini lítli leikluturin, sum tú skalt spæla saman við, ikki er til staðar. Tá fært tú ikki gjørt nógv. Tí eru øll líka týdningarmikil í einum leiki, og tað ger tað sera bundisligt at vera við, tí onnur fáa ikki gjørt sítt, um tú ikki ert til staðar eitt kvøld, sigur Adelborg Linklett at enda.