Í dag fara tær niðurlendsku herdeildirnar í Afghanistan undir at taka seg úr landinum. NATO bað niðurlendsku stjórnina lata hermenninar verða verandi í minsta lagi eitt ár afturat, men tann áheitanin elvdi til, at stjórnin fall, og val bleiv útskrivað. Valið var í juni, men enn er eingin stjórn skipað.
Umleið 1.950 niðurlendskir hermenn hava verið í Afghanistan tey seinastu fýra árini undir NATO-leiðslu. Teir hava havt ábyrgdina av at tryggja frið í Uruzgan-landspartinum, og sagt verður, at teir hava megnað uppgávuna væl. Nú teir fara heim, taka amerikanskir hermenn við.
Síðani 2006 eru 24 niðurlendskir hermenn falnir í Afghanistan. Luttøkan í krígnum hevur kostað niðurlendska ríkiskassanum 1,4 milliard evrur.