Nú fara teir eftir útróðrarmonnunum !

Jógvan á Lakjuni, tingmaður
-------

Løgmaður hevur í fjølmiðlunum fyri stuttum boðað frá, at skjøtil er settur á eina broytingartíð í føroyskum politikki.
Og tað mugu vit sanniliga ásanna, nú vit síggja politikkin, ið tann sokallaða minnilutasamgongan leggur fyri dagin, og Sambandsflokkurin við løgmanni og Johan Dahl á odda hevur kastað seg í fangið á Tjóðveldi.
Førdur verður ein vinnufíggindaligur politikkur, har fleiri byrðar verða lagdar á vinnulívið. Fiskivinnan skal nú umframt hægri skatt eisini gjalda eitt sokallað tilfeingisgjald (sum bara er ein skattur aftrat), og fiskivinnubúðin hjá tjóðveldinum er nú sett á stovn.

Stuðulin til skipasmíð ætlaðu teir at taka av, men tað bleiv tíbetur steðgað av einum meiriluta í tinginum.

Og nú verður so farið eftir útróðrarmonnunum!

Uttan fyrilit verður aldargamli rætturin til vinnuligan fiskiskap við línu innan fyri 3 fjórðingar úr landi tikin av, og eg eri bangin fyri, at tey, sum fara at atkvøða fyri hesum, ikki hava ánilsi av, at tey taka breyðið úr munninum á nógvum familjum – ið hvussu er her um okkara leiðir – m.a. í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði.

Tá ið tað kemur til útróður hevur hvør bygd og hvørt øki sína søgu og sína siðvenju, og tí ber als ikki til at gera eina generella friðing upp á henda mátan.

Vælsignaði fólk! Setið tykkum inn í umstøðurnar hjá teimum fáu, sum framvegis liva av útróðri!

Vónandi er tað onkur í Sambandsflokkinum ella Javnaðarflokkinum, sum fær steðgað hesum!