Nú fara tey av Dímun

Tey eru bóndaparið, ið hevur livað longst saman á Dímun. Bóndurnir í Stóru Dímun hava nevniliga ikki átt í sín lut at slíta høgan aldur, men eru oftast farnir av verðini undir óvanligum umstøðum. Men Janus og Kinna hava verið bóndahjún í Dímun í 48 ár, nú tey hava gjørt av at fara, og mangur gesturin, høgur sum lágur, hevur sitið væl inni hjá teimum. Nógv er eisini broytt hesi árini, tey hava verið í Dímun

Orð og myndir:

Dagfinn Olsen


Stórur var spenningurin, tá eg fríggjadagin 6. november settist í tyrluna. Hetta var mín fyrsta tyrluferð og, skomm at siga, eisini mín fyrsta ferð á útoyggj. Og vakur var túrurin yvir hvíttklæddu oyggjarnar, tá tyrlan lætti sær á og løtu seinni settist á Stóru Dímun, har Janus tók ímóti og minti okkum ferðandi á hálkuna, tá vit glað aftur fingu fast undir føti, hóast glerstoytt var. Lættur sum ein unglingi syfti hann so nógv krov í tyrluna, sum rúm var fyri, og so fór tyrlan sína leið, full av jóla- og nýggjárskrási til fólk á fastlandinum.

Veðurtíðindini boðaðu ikki frá góðum fyri restina av vikuskiftinum, men hetta var ein vøkur løta, hóast kalt var, og gott var at koma innar í hitan, har Kinna tók ímóti. Inn í henda serstaka køkshitan, ið bert fæst frá einum av gomlu svørtu komfýrunum.

Og hugnaligt er inni. Húsini eru tvey, ið standa saman. Uttanfyri hoyrast hundarnir Brita og Toya, ið so fegnir tóku ímóti tyrluni. Inni á sofuni liggur nýklipti Smokey, ið loypir fram á gólv til lurtitólið, hvørjaferð Karl Martin syngur sangin Tillukku. Tá hoyrist ikki mannamál, sum Smokey syngur við. Tað er bert hesin eini sangurin, ið hevur vakt hansara tónlistarliga áhuga. Ein skal tó ansa sær ikki at flenna at honum, tí so gerst hann firtin.

Í løtuni gongur Smokey í hosum, tí hann hevur hug at klóra sær ov nógv, so hol kemur á, nú hann er kliptur. Jú, hann er sanniliga at rokna sum eitt av húsfólkunum.

Úr køksvindaeyganum sæst Suðuroyggin og tá skýmir síggjast ljósini í Sandvík.

Sóu ljósareytt uppá alt

Kinna, ið er ættað úr Sandvík og er dóttir navnframa Niels Mørk, hevði tænt í Havnini í tvey ár, tá hon 19 ára gomul giftist Janusi 11. apríl í 1950 og tað var stórt umskifti at koma til Dímunar úr Havnini, minnist Kinna.

Tey giftust í Havnar Kirkju og brúdleypið stóð í Klubbanum.

- Síðani fóru vit suður aftur til Dímunar 26. apríl, dagin eftir flaggdagin, so tað verða 49 ár nú aftur í apríl. Ár 2000 hava vit gullbrúdleyp, smílist Kinna.

Innbúgvið kom suður og mátti sjálvsagt dragast upp, minnast tey bæði.

- Tað gekk væl hjá okkum, vit sóu ljósareytt uppá tað heila, greiðir Kinna skemtandi frá.

- Tað mundi vera í 1947 ella '48, at vit hittust, sigur Kinna, sum tó hevði verið einar tvær ferðir í Dímun, áður enn tey giftust.


Stein í høvdið

Janus er føddur í 1924 í Skúvoy og kom 3 vikur gamal til Dímunar.

- Oftast fóru konurnar av Dímun í samband við barnsburð og mamma fór til foreldur síni í Skúvoy, so har varð eg føddur, greiðir Janus frá.

Men mamman gjørdist einkja og Janus faðirleysur góðar 2 mánaðir eftir, at Janus var føddur.

- Fólk úr Suðuroynni vóru útferð í Dímun. Tað var í ræning og ferðafólki skuldi síggja hvussu tað gekk fyri seg. Mamma var eisini við. Línan varð so einaferð drigin tóm upp og hevur tá rivið ein stein leysan í berginum. Pápi fekk steinin í høvdið og steinurin kleiv tað í tvey. Hann fall og reisti seg á knøðini, men small so, greiðir Janus frá.

Tað hevur verið ein hørð lagna hjá nýgiftari konu við einum barni, soleiðis at gerast einkja, eru Kinna og Janus samd um.

Hon giftist seinni uppaftur. Janus er sostatt elstur og einasta barn, sum mammuni untist at fáa við fyrra manninum. Seinni fekk hon børn við seinna manni sínum.

- Eg skal ikki siga, at eg eri elsti bóndi, ið hevur verið á Dímun, men eg havi verið longst, og vit eru bóndaparið, ið hevur verið longst saman í Dímun, sigur Janus og leggur afturat, at allir bóndurnir hava ikki verið frá barnsbeini í Dímun.

Bóndurnir í Dímun hava ikki átt í sín lut at liva leingi.

- Teir eru deyðir og tær eru deyðar, sigur Janus og orsøkirnar hava ofta verið, at teir til dømis eru dotnir oman og tær eittnú eru deyðar av barnferð, sigur Janus.

- Bóndurnir í Dímun eru deyðir óvanligan deyða. Til dømis datt abbi oman og oldurabbi datt útav á Dráttinum, greiðir Janus frá.

- Tað sigst, at oldurabbi stóð niðri við eggina. Ein húskallur, ið sat undir, hevði fjasast við eina gentu og hon var hjá honum. Hvussu var og ikki, línan fór á strok og ein bukt tók oldurabban útav, greiðir Janus frá.

- Pápi doyði 31 ára gamal og abbi var 55 ár tá hann doyði, sigur Janus.

Tá prátað verður um hetta, so fellur prátið sjálvsagt eisini um Anniku í Dímun, tí eisini hon fór av verðini á ungum árum.

-Jú, vit hava verið heppin og hava nógv at takka fyri, siga Janus og Kinna.


Goymdi jólatræið

- Eg havi ongantíð longst, men kanska saknað okkurt til tíðir. T.d. tá størri familjuhendingar vóru, so sum føðingardagar og brúdleyp, so var oftast eingin møguleiki at vera við, sigur Kinna.

- Postsamband var bert 2 ferðir um mánaðin, men vit vóru glað, um vit fingu postin einaferð um mánaðin, sigur Kinna og Janus tekur undir við henni í, at um veturin var tað sum oftast bert einaferð um mánaðin, at postsamband var.

- Men teir vóru fittir, skúvoyingarnir, ið tóku sær av postflutninginum, heldur Kinna.

- Eg minnist einaferð, at eg hevði goymt jólatræið frá árinum fyri uppi á ovastalofti. Tá var einki grann eftir, men vit høvdu nógv at prýða tað við. Men so eina árið komu teir jólamorgun við trænum til okkara og tá hevði eg prýtt gamla træið, men prýddi síðani nýggja træið ístaðin, minnist Kinna.

Annars minnast Janus og Kinna ongantíð, at jólaposturin ikki er komin til tíðina, uttan hesa einu ferðina, tá tað nærum ikki eydnaðist, men ta ferðina fingu tey drigið postin upp eystantil á oynni, har eingin hella er og bátur sleppur undir oynna, so tey fóru við línu og fingu postin og jólatræið.


Hentleikar

Nógvar broytingar eru farnar fram hesi 48 árini, Janus og Kinna hava verið í Dímun.

Sentralhiti kom ikki til Dímunar fyrr enn í 1981.

- At sentralhiti skuldi koma til Dímunar hevði eg ongantíð droymt um, sigur Kinna, ið minnist, at mangan var so kalt, at tað tiðnaði ongantíð av rútunum, men tá var gott at fløva seg við komfýrin.

Elektriskt ljós kom til Dímunar í 1949. Tá var tað motorur og battarí, sum vit áttu sjálvi í Dímun. Í 1974 kom Dímun so upp í SEV, tó enn við motori, greiðir Janus frá.

Telefonsamband var nærum einki í byrjanini.

- 4 ferðir um dagin var "rópt" til støðina á Sandi, um nøkur boð vóru til Dímunar ella um nakað var at frætta úr Dímun. Hetta vóru fastar tíðir á degnum, sigur Kinna og Janus leggur afturat, at hetta samband kom í 1938.

Hetta var eitt slag av radiotelefon, mest líkt sendara ella skipstelefon. Munurin á Dímun og ymsum øðrum útoyggjum var eisini, at tær fingu altíð boð frá sær alt samdøgrið, tí Havnin var støð hjá teimum og hevði opið alla tíðina. Úr Dímun rukku tey ikki so langt og á Sandi vóru fastar telefontíðir. Boð fingust ikki av oynni, uttan hesar tíðir.

Oljufýring fingu tey umleið 1959-60. Síðsta árið tey skóru torv var í 1961.

Oljufýringin var til komfýrin. Um nøkulunda somu tíð fingu tey WC í Dímun. Áðrenn varð nátthúsið nýtt.

At fáa oljufýr í komfýrin hevði tó við sær nógv strev hjá Janusi. Einaferð árliga kom olja til Dímunar og mátti hann tá fyrst bera oljuna yvir á Dráttin og síðani draga upp, fyri síðani at fáa alt á pláss.


Høg og lág vitja í Dímun

Nógv fólk hevur altíð vitjað í Stóru Dímun á sumri og Janus og Kinna eru samd um, at á ein hátt livdu tey uppá tað og gleddu seg til hesa árstíðina. Nógv fólk vitjaði og gekk túr niðan á oynna, komu innar til ein kaffimunn og fóru síðani avstað aftur, sigur Kinna.

Eisini fólk, ið vanliga verða mett sum verandi av "betra slagnum", hava vitjað í Dímun. Á bróstinum í stovuni hongur mynd av Vígdis Finnbogadóttir og hyggur ein leysliga í gestabókina, so eru nógvar heilsanir og mong nøvn, m. o. síggjast Drotning Margretha, Heindrikur prinsur og Frederik krónprinsur. Mangir ráðharrar og forsætisráðharrar hava eisini vitjað og nakrir teirra eru Anker Jørgensen, Baunsgaard og Hækkerup. Sjálvsagt hava eisini mangir av føroya løgmonnum vitjað og nakrir í røðini eru Petur M. Dam, Atli Dam, Jógvan Sundstein og Edmund Joensen.

Spurd um, hvussu tað er at hava so fín vitjandi siga Kinna og Janus, at tað einasta at gera, er at vera so náttúrligur sum gjørligt, og at fara við gestunum, sum vóru tey einhvør annar vitjandi. Og Janus og Kinna eru samd um, at hetta hava gestirnir verið glaðir fyri, ístaðin fyri, at nakað varð gjørt burtur úr teimum.

- Ein stúrdi kanska eitt sindur framman undan, men tá tey so komu, so vóru tey sum vanlig fólk, sigur Janus.


Hús í Havn

Janus og Kinna vóru á oynni alt árið fram til 1973, tá tey byrjaðu at fara til Havnar um veturin. Síðst í sekstiárunum keyptu tey hús í Havn, í fyrstu syftu til at leiga út.

- Nú eru so nógvar trappur her úti í Dímun, so eg segði við Janus, at tá vit flyta úr Dímun, so skulu vit hava eini hús við ongun trappum. Men ikki veit eg, í húsunum í Havn eru eisini trappur og so eitur tað enntá í Trapputúni, flennir Kinna.

Neyðugt hevur verið at hava hjálparfólk í Dímun. Eitt skifti vóru t.d. systir Kinnu og maðurin, men tá tey fóru, var trupult at fáa nakran, tí tíðirnar gjørdust so góðar, og fólk skulu hava samsýning.

- Til tíðir hava vit verið tveyeini um t.d. rakstur, sigur Kinna, sum eisini av á hevur tikið lut í ymsun øðrum arbeiði, eittnú ræning, har hon segði frá, meðan ein fór niður og ein sat við línuna.

Janus og Kinna royndu tó ikki so nógv at fáa hjálparfólk, tí ístaðin hildu tey tað vera eina roynd verda at drepa neytini og bara hava seyð og síðani flyta burtur um veturin og koma aftur á vári.


Skúli

Ein trupulleiki stakk seg upp, tá børnini hjá Janusi og Kinnu náddu skúlaaldur, tí eingin skúli hevði tá verið hildin í Dímun, síðani yngstu beiggjarnir hjá Janusi gingu í skúla.

Men ein dagin var ríkisumboðsmaðurin á ferð í Dímun og hann lovaði at gera alt hann kundi, fyri at fáa lærara til Dímunar. Og lærari kom og Arni Ludvík var tann fyrsti av mongum í røðini. Hann var í 3 mánaðar og fór síðani á Læraraskúla. Tá mátti dóttur Janus og Kinnu, Óluva, til Skúvoyar í skúla.

Árið eftir fingu tey ráð frá Danbjørg lærara, um at søkja um at fáa 3 mánaðar afturat og tað fingu tey. Annars gingu børnini eisini í skúla í Vági.

- Men tungt var, tá børnini fóru burtur at ganga í skúla, minnist Kinna.

- Tá vóru vit tveyeini frá meimánað, til børnini komu í summarfrí, sigur Janus.

Fyrst í sjeytiárunum, tá tey bert vóru í Dímun um summarið, avgjørdi sonurin Óla Jákup at fara niður til Danmarkar á studentaskúla. Beiggi Janus, Jóannes, plagdi at hjálpa til at reka og Kinna minnist, at hon í augustmánað úr stovuvindeyganum fylgdi Jóannesi og Janusi, tá teir fylgdu Óla Jákupi, tá hann fór niðuraftur eftir summarfrítíðina, tí Smyril steðgaði uttanfyri Dímun.

- Tað var tungt at sita og síggja. Tá fall okkurt tár, men man hugsaði, at tað var gott fyri hann at læra okkurt, minnist Kinna.


Útaftur í 1985

Í 1980 tók Óla Jákup við festinum og hann og konan Sunniva hava síðani 1978 verið í Dímun. Nógvir av nýggju hentleikunum eru eisini komnir til Dímunar við tað, at nýtt ættarlið tók við.

Í 1985 avgjørdu Óla Jákup og Sunniva at fara aftur til Dímunar at vera alt árið og Kinna og Janus gjørdu tá av at fara við.

Tá settu tey aftur kálvar við, men neytini eru nú aftur dripin.

- Eini 450 seyðir eru á oynni. Tað hava verið um 500, men tað hevur verið heldur nógv, sigur Janus.Vanliga verða eini 350 seyðir tiknir til slakt, men í ár er talið um 300, tí tey mistu so nógvan seyð í vetur og í vár.

Eingin trupulleiki er at sleppa av við kjøtið, tí dímunarkjøt hevur altíð verið væl dámt, so tey bæði læta væl at í so máta.

- Fyrr vað eisni nógv meira gjørt burturúr, alt bleiv saltað. Frystirúm fingu vit ikki fyrr enn í áttatiár-unum, siga Janus og Kinna.

Fuglur hevur eisini verið ein partur av lívinum í Dímun, men síðst í sekstiárunum varð lítið fleygað.

- Fyrr varð selt óroytt, men so bleiv tað ikki keypt. Her var einki fólk til at royta, so tað minkaði við tí. Ikki fyrr enn vit fingu frystarí og roytimaskinu, kom gongd á aftur, greiðir Janus frá.


Flyta nú til Havnar

Men nú er tann stundin komin, at Janus og Kinna hava tikið avgerð um at fara av oynni og til Havnar.

- Tað verður eitt sindur øðrvísi at búgva í Havn. Tá vit hildu til í Havn um vetrarnar vóru vit nakað yngri, nú eru vit komin nakað upp í árini og tað ger tað ikki lættari, siga Janus og Kinna.

- Men eg sigi fyri meg, at sinnalagið er lætt. Tað segði pappa eisini altíð við meg, at eg hevði ikki kunna búð í Dímun, um eg ikki hevði slíkt sinnalag, sigur Kinna.

Men sjálvt um Janus og Kinna nú fara av Dímun, so er ikki vist, at tey leggja árarnar heilt inn. Tey vænta bæði at fara útaftur í summar at taka eina hond í, tí sum tey siga, so verður óivað ringt at halda seg heilt burtur, eftir 48 ár í Dímun.