- Nú fari eg heim at rokna

Eins og so manga aðrastaðni byrjaði eisini skúlagongdin í Vágs skúla í morgun.

Í fyrsta flokki hetta árið ganga 19 næmingar - 10 gentur og 9 dreingir, skrivar Suðuroyarportalurin.

Tá tey møttu í skúlanum klokkan 11 tók skúlastjórin, Óli í Hjøllum ímóti, og greiddi teimum eitt sindur frá tí at ganga í skúla.

Eftir tað fóru tey í skúlastovuna, har flokslærari teirra, Anita Ryggshamar tók ímóti og býttu út fyrstu tímatalvu teirra.

Tey fingu eisini sína fyrstu skúlabók hesa løtuna - eina roknibólk.

Børnini vóru uttan iva spent eftir at royna hvat tað vil siga at ganga í skúla.

Tann eini næmingurin hevði ikki meiri enn fingið sína roknibólk, tá hann so staðiliga mælti:

- Nú fari eg heim at rokna.

Í Vágs skúla eru annars 208 næmingar.

(Mynd: suðuroyarportalurin.f)