Tað er í sambandi við arbeiðið at gera bátahyl í Álakeri, at drátturin má dvina.
Men nýggjur dráttur skal gerast.
Drátturin framman fyri neystunum hjá Havnar Róðrarfelag var bygdur fyrst í sjeytiárunum.
Í nýggju bátahavnini í Álakeri verða pláss fyri 230 bátum, sum fara at liggja við flótibrúgvar eins og vit kenna tað á vágunum báðum í Havn. Øki á landið verður eisini víðkað við 2.000 fermetrum.
Brimgarður verður gjørdur, sum skal verja bátahylin.
##med2##