Sunnudagin verður farið undir aftur fótbóltslandskappingina í Danmark. 28. mai verður síðsta umfarið spælt, og tá verður greitt, um ein føroyingur fyri fyrstu ferð nakrantíð fer at vera við til at vinna ein fótbóltsmeistaraskap uttanlands.
Átjan umfør vórðu fingin frá hondini undan vetrarsteðginum, og nú sjøtul verður settur á fimtan tey síðstu umførini, liggur Herfølge á odda. Teir eru seks stig undan Brøndby, og hesa síðstu vikuna hava nógvir í Danmark, sum mettir verða at hava skil fyri fótbólti, givið til kennar, hvat teir halda um møguleikarnar hjá Herfølge at varðveita oddastøðuna og harvið fyri fyrstu ferð at vinna meistaraskapin.
Ikki so sjáldan hevur sjónarmiðið verið, at Brøndby, sum hevur fingið nýggjan norskan venjara, og sum hevur styrkt seg við fýra norskum og svenskum landsliðsspælarum, fer at enda ovast. Men tað eru tey, ið halda, at Herfølge var so sannførandi í heyst, at tað er eingin orsøk ikki at rokna við, at teir fara at halda tørn.
Bo roknar við Herfølge
Millum hesi seinast nevndu er venjarin hjá danska landsliðnum, Bo Johansson. Fyrr í vikuni segði hann stutt og greitt, at Herfølge eigur besta fótbóltsliðið í Danmark. Hann rósti John Faxe Jensen fyri at hava fingið so stóra úrtøku burturúr manningini, og hann helt, at spælistílurin líktist ikki so lítið honum hjá danska landsliðnum.
? Í nógvum donskum feløgum hyggja tey við undran at norska Rosenborg. Hesi eiga eisini at hyggja at Herfølge, tí spælistílurin er rættuliga líkur. Ein spælir fyri allar og allir fyri ein. Herfølge var miðvíst í álopspartinum, har teir í heyst vístu frágera gott vongspæl, og tað fer at bera teir langt, er skoðsmálið, sum felagið hjá Jákupi Mikkelsen fær frá danska landsliðsvenjaranum.
Todi er ikki ósamdur
Um Herfølge vinnur DM, so fara teir at fáa steyp og gullkrónur eftir 33. og síðsta umfarið, og um teir røkka so langt, so verður talan um ein av mest óvæntaðu DM vinnarunum nakrantíð.
Sambært skránni skal Herfølge í síðsta umfarinum spæla á heimavølli. Mótstøðuliðið verður FCK, og tað vil við øðrum orðum siga, at tað er væl hugsandi, at Todi Jónsson verður á staðnum, tá Jákup Mikkelsen kann fara at fáa gullkrónuna.
Nú skulu vit ikki kanna Jákupi bitan, áðrenn hann er svølgdur. Tað ber eisini til at ímynda sær, at Todi fer at skora í tí dystinum og kanska harvið at syrgja fyri, at Herfølge ikki verður meistari, men nú mugu vit bíða eitt sindur við at ímynda okkum sovornar møguleikar.
? Tað hevur verið tosað nógv um Brøndby, og tað kann væl vera, at teir fara at vinna DM. Men møguleikin er eisini har, at tað fer at gangast hjá teimum, sum tað gekk hjá okkum í fjør. Brøndby og Herfølge hittast longu annað vikuskifti, og um Jákup og teir koma væl frá tí uppgávuni, so fara teir at liggja heilt væl fyri.
Hetta sigur Todi Jónsson, og hann heldur fram:
? Tað verður ofta sagt, at tað er skjótt at vinna seks stig innaftur. Men í útgangsstøðuni er Herfølge best fyri. Teir hava eitt gott fótbóltslið, og eg verði ikki ovfarin, um Jákup og teir vinna DM.
Hagtølini siga, at liðið, sum er fremst í vetrarsteðginum, endar á heiðursmerkjaplássi. Einasta undantakið í níti árunum er Brøndby, sum í vetrarsteðginum 1991/1992 var fremst, men sum endaði á áttanda plássi. Í fýra av sjey kappingarárum síðani tá, hevur oddaliðið í vetrarsteðginum vunnið DM.
Lítil knæskaði plágar
Todi Jónsson hevur hesar seinastu dagarnar drigist við ein lítlan knæskaða, men hann roknar við at vera klárur sunnudagin. Kappingin í FCK er stór um plássini, men sambært tí, sum FCK venjarin, Kim Brinck, sigur, so verður Todi í vinstru síðu á miðvøllinum, um hann ikki verður skaddur.
FCK spældi leygardagin síðsta venjingardystin undan kappingarbyrjan. Teir høvdu í Parkini vitjan av Malmö FF, sum varð sent um Oyrasund við 3?0 tapi. Todi Jónsson spældi í 75 minuttir, og sambært upplýsingum í donsku pressuni var tað serliga í vinstru síðu, at FCK myndaði vandamikil álop. Todi skoraði ikki, men ta einu ferðina var um reppið. Eftir solo gjøgnumbrot sendi hann langskot upp undir tvørtræið, men bólturin støkk niður skeivu megin málstrikuna.
Báðir í sjónvarpinum
Sunnudagin á middegi fer FCK til Aalborg við flúgvara. Dysturin móti meistaraliðnum úr AaB verður seinnapartin kl. 17, og hann verður vístur á sjónvarpsrásini TV3+. Síðsta løtan verður at síggja í Onside sendingini á TV3.
Jákup Mikkelsen og Herfølge fara ikki í eldin fyrr enn mánakvøldið. Tá skulu teir spæla í Lyngby. Tann dysturin verður sendur beinleiðis á TV3+ rásini.
John Faxe Jensen hevur ikki verið heilt nøgdur við spælið í venjingardystunum. Herfølge vann í fyrsta dystinum 2?1 móti Hvidovre, men sjálvt um teir hava havt bóltin mest í hinum dystunum, so hevur tað gingið illa at skapa málmøguleikar. Síðsta vikuskifti tapti Herfølge 1?0 móti grannunum í Køge.
? Men mínir spælarar eru kropsliga væl fyri, og konditiónin er í topp, sigur John Faxe Jensen, sum tykist ætla sær at spæla meiri við í vár, enn hann gjørdi í heyst. Venjarin segði undan kappingarbyrjan síðsta summar, at hann fór at verða nøgdur, um teir endaðu millum seks tey ovastu liðini, og Faxe sigur seg framvegis hava sama mál, og hann hevur einki ímóti, at trýstið verður lagt á gamla felagið hjá honum, Brøndby:
? Teir verða torførir at hava við at gera. Tá eini seks ella sjey umfør eru farin afturum, vera vit nógv klókari, enn vit eru nú. Um vit eisini tá fara at liggja væl fyri, so er ikki óhugsandi, at vit fara at miðja eftir einari hægri endastøðu, men í nakrar vikur afturat fara vit at miðja eftir sætta plássinum, er boðskapurin hjá John Faxe Jensen til øll tey, sum royna at flyta trýstið yvir á Herfølge.
Størri kapping í AGF
Hóast FCK ikki hevði nakað serliga gott heyst, so verður møguleikin ikki útihýstur, at FCK, sum er á áttanda plássi við 24 stigum, hevur møguleika at vinna tey fimm stigini, sum skulu til fyri at enda á heiðursmerkjaplássi.
Triðji føroyingurin í superliguni er Óli Johannesen. Í danska fótbóltsheiminum verður møguleikin ikki útihýstur, at stórfelagið í Århus fer at enda á øðrum niðurflytingar plássinum. Eftir átjan umfør er AGF triðji aftast við fimtan stigum. Hini liðini í kappingini fyri at sleppa undan niðurflyting eru Vejle 12 stig, Esbjerg 14 stig og OB, sum hevur 17 stig.
Óli Johannesen er við í stríðnum um plássini á liðnum í superliguni, og tað stríðið er ikki minni nú, enn tað var í heyst. AGF hevur keypt fýra spælarar í vetrarsteðginum. Anders Bjerre, sum bæði hevur verið í miðverjuni og á miðvøllinum, hevur verið knæskaddur, men hann venur aftur.
? Vit hava spælt væl í venjingardystunum, og tað vóni eg, at vit eisini fara at gera í landskappingini. Men mest týdningarmikið er, at vit fáa mál og vinna fleiri stig enn tey liðini, sum vit kappast við um at sleppa undan niðurflyting, sigur Peter Rudbæk, sum verður venjari í AGF fram til summarsteðgin.