Hinir báðir eru eisini í nevndini í Ráði teirra lesandi, og samrøðan við formannin saman við samrøðuni við teir, fær í hvussu so er fólk, ið ikki vita betur, at halda, at øll lesandi á Læraraskúlanum standa saman um tað, sum teir siga.
Tað passar ikki.
M.a. vendi eitt av bløðunum sær ein dagin herfyri til onkran lesandi á skúlanum at fregnast eftir vánaligum tíðindum um skúlan og skúlans leiðslu.
Tá ið blaðið fekk heilt annað at vita, vóru sjálvandi eingi tíðindi at bera.
Heldur enn at svara hvørjari einstakari ákæru frá teimum lesandi í Fregnum, tað ber stutt sagt ikki til, fari eg fyrst ørstutt at greiða frá umstøðunum á Læraraskúlanum og teimum tonkum, sum liggja aftanfyri arbeiðið í gerandisdegnum.
Eins og so at siga allir skúlar, eisini aðrastaðni enn í Føroyum, hevur Føroya Læraraskúli ein rættuliga hopleysa trongan høliskarm at starva í. Stórur partur av hesum høliskarmi er saman við Venjingarskúlanum, so hvørki tey á Venjingarskúlanum, so hvørki tey á Venjingarskúlanum, ella vit á Læraraskúlnum sleppa undan samanrenningum í dagligu undirvísingini. Tað kann við hvørt vera positivt at møtast, men gevur eisini samanstoytir, fæst ikki eyga á møguleikarnar.
Serliga pedagogútbúgvingin starvar nógv í projektum, og tað setur onnur krøv enn undirvísing, har ein lærari situr framman fyri teimum lesandi inni í eini skúlastovu, soleiðis sum tey flestu kenna undirvísing og hugmynda sær undirvísing eisini á einum læraraskúla í 2001.
Fyri at fáa hetta virksemið at bera til, verða vit noydd at nýta hvønn krók á skúlanum, men í ávísan mun kunnu lesandi eisini velja at sita aðrastaðni, t.d. heima, og arbeiða, einsamøll ella saman við øðrum, tá ið tað kann vera ein góð loysn.
Tað, sum tykist vera truplast hjá summum at skilja, er, at undirvísingar- og arbeiðshættirnir á eini læraraútbúgving og eini pedagogútbúgving eru ein líka stórur og umráðandi partur av innihaldinum í undirvísingini, sum fakliga innihaldið annars, sama um tað verður leitað fram úr ymiskum tilfari ella frá ymiskum heimildarfólkum, og frá livandi lærarum og børnum og ungdómum. Tað vita vit, at øll hesi hava royndir, sum lærarar og pedagogar kunnu nýta til tess at gerast klókir upp á, hvussu best er at skipa seg í dagliga pedagogiska arbeiðinum í skúla ella á stovni.
Men at vita um slíkt er ikki nóg mikið, tí eru teir undirvísingar- og arbeiðshættirnir, sum verða nýttir í verki so avgerandi sum innihald í lærara- og pedagogútbúgvingum.
Hetta vita tey eisini á útbúgvingunum í londunum uttan um okkum. Har er júst sama toganin sum her. Men í størri londum enn okkara, við fleiri útbúgvingarstøðum, eru tey, sum royna at draga pedagogisku útbúgvingarnar tann vegin, ið alt vit og skil, ið til er um náttúruna í pedagogiskum útbúgvingum,veit, at tær eiga at fara, har eru hesi nógvu fólk minni útsett enn vit fáu, sum fáast við hetta heima hjá okkum.
Fýlst verður á, at einki mið og mál er fyri undirvísingina á Læraraskúlanum, men til er lóg, sum hevur sítt at siga, til er kunngerð, sum stingur út í kortið fyri virkseminum, og síðani leiðbeinandi lesiætlanir í øllum lærugreinum og evnum.
Eisini tær hava ein endamálspart.
Hetta er grundarlagið undir arbeiðinum á Læraraskúlanum og tað liggur á hvørjum einasta lærara at tulka hesar orðingar, so tær síggjast aftur í dagliga arbeiðinum á útbúgvingini,og at úrslitið av hesum arbeiði sæst aftur í førleikanum hjá tí einstaka at røkja sítt pedagogiska arbeiði, tá ið útbúgvingin er liðug.
Tá ið útbúgvingin er liðug, setur skúlamyndugleikin próvdómarar at meta um førleikan. Teir hava onga grund at fjala yvir ólíkindi á útbúgvingunum á Læraraskúlanum, og øll uttan undatak siga gott fyri tí, sum okkara lesandi hava fingið burturúr, soleiðis sum tey eru før fyri at døma tað. Eg skal eisini nevna, at eitt nú í summar hava vit havt próvdómara av donskum læraraskúla at døma í eini lærugrein, bæði sum linjulærugrein og sum grundlærugrein. Hann var ikki í iva um, at okkara lesandi vóru væl betur fyri fakliga enn teirra lesandi, men helt eisini, at fakliga karakterjagstranin kundi skugga fyri veruliga endamálinum við undirvísingini, sum er hegni at arbeiða við lærugreinini í verki saman við børnum og ungum, so tað stingur djúpari enn bara vitan.
Aftaná var lærari okkara í somu lærugrein próvdómari niðri í Danmark, og heimafturkomin var hon heldur ikki í iva um fyrimunin, sum okkara lesandi høvdu. Leiðslan á Læraraskúlanum hevur fult álit á, at próvdómararnir gera sítt arbeiði til lítar.
Fara vit til møtiskylduna, so er hon eitt mál, sum av og á kemur til umrøðu. Í lógini, § 11, stk. 6 stendur: Øll, ið hava nomið ta undirvísing, sum miðar ímóti lærarapróvtøku, hava atgongd at fara upp til hesa próvtøku. Henda orðing hevur altíð verið tulkað sum møtiskylda.
Men sum útbúgvingin er skipað við nógvum einstaklingsarbeiði og við arbeiði longri tíð í bólkum, ber ikki til at skriva protokol, sum tá ið talan er um siðbundna undirvísing. Tí er mannagongdin á Læraraskúlanum tann, at fyrst gera tann einstaki lærarin vart við seg hjá teimum, sum hann heldur, røkja skúlan illa. Hjálpir tað ikki, kemur flokslærarin uppí, og til síðst ? eftir áheitan frá lærararáðnum ? rektarin. Tað er á ongan hátt óvanligt, at leiðsla skúlans hevur samrøðu við lesandi um, hvussu tey røkja skúlan, at tey fáa ávarðing, mugu ganga umaftur ella kanska fara.
Tað, sum kann undra, er, at vaksin fólk siga seg ikki fáa gingið í skúla, tí onnur í sama flokki røkja skúlan illa. Tey, ið soleiðis hugsa, hava ein trupulleika, sum er ringur at loysa.
Eftir mínum tykki ber væl til at vera ósamdur við leiðslu Læraraskúlans. Hurðin inn á skrivstovu rektarans stendur so at siga altíð víðopin. Tað, sum ikki ber til, er at halda, at ein og hvør lesandi altíð hevur rætt, tá ið hann ikki skilur, og tí ger natúrliga mótstøðu ímóti teimum stóru avbjóðingum, sum hann fær á skúlanum.
Tað nógva av tí, sum ført verður fram í greinunum í Fregnum, er tílikt, sum hevur við grundleggjandi hugburð at gera og fatan av, hvat ið er týdningarmikið í útbúgving av lærarum og pedagogum.
********************
Fakliga støðið er ov lágt, verður sagt, men fakliga støðið er ein og hvør lærugrein sæð í ljósinum av, at tú skalt nýta hana sum lærari ella pedagogur saman við smábørnum, ungdómi ella fólki, sum bera brek. Tann, ið ikki dugir at síggja tað, avdúkar vantandi skil fyri egnari uppgávu, tá ið útbúgvingin er liðug, sum er eitt sindur ræðandi, tá ið hugsað verður um, hvussu langt hesir tríggir harrar eru komnir í útbúgvingini. Ella kanska er onkur hugsjónarbinding so sterk, at teir innast inni halda fyri eygu og oyru og ikki vilja læra annað. Samrøðurnar bera ið hvussu er boð um eitt hugalag, sum ger, at tað fer mær kalt niður eftir bakinum.
Og so fáa teir heldur ikki verið í skúlanum, tí rektarin ikki er har alla tíðina. Fyrst er at siga, at er rektarin burturstaddur, so er altíð annað fólk sett at taka sær av áleikandi uppgávum, sum stinga seg up, so skúlin liggur ikki við ongari leiðslu av teirri grund.
Eg dugi iki við mínum besta vilja at síggja annað, enn at rektarin á einum so einsamøllum útbúgvingarstovni sum Føroya Læraraskúla, hevur skyldu at fylgja væl og virðiliga við í tí, sum hendir í londunum uttanum okkum, og tað ger hann ikki bara við at lesa um tað, hann má eisini møta gronnunum av og á. Men sjálvandi er neyðugt at velja væl burturúr, so luttøkan kann gera okkum mun.
Seinastu árini hevur Føroya Læraraskúli altíð havt okkurt umboð á norðurlendsku Læraraútbúgvararáðstevnuni, sum er annað hvørt ár í onkrum Norðurlandi.
Í 1995 var henda ráðstevna her á Læraraskúlanum. Hon eydnaðist so sera væl, at luttakarar enn hava á orði, at tað er besta ráðstevna, teir hava verið við til. Ta ferðina komu so at siga allir lærararnir á læraraskúlanum úr Nuuk til Føroya at fáa íblástur til sína egnu útbúgving, og á hesi somu ráðstevnu eggjaðu vit teimum til at fáa ráðstevnuna til Nuuk, tá ið nýggja mentanarhúsið hjá teimum var komið. Samstundis varð skrivaður samstarvssáttmáli millum Nuuk, okkum, Kennaraháskúla Íslands og Háskúlan í Tromsø. Hesum samstarvi hava allir partar notið gott av síðani, eins og vit hava bæði mennandi og spennandi samstarv við aðrar útbúgvingar í grannalondunum.
Ráðstevnan í Nuuk gjørdist veruleiki í september 2000.
Sjálvandi høvdu fyrireikararnir fingið sera góða hjálp frá okkum í Føroyum, sum høvdu royndirnar frá 1995. Og longu tá høvdu vit lovað teimum, at vit vildu koma mannsterk til teirra.
Eingin ivi er um, at hetta samband við Føroyar verður tikið sum sera týdningarmikið í Grønlandi. Í Nuuk høvdu vit framløgur og orðaskifti um útbúgvingarnar hjá okkum, og stórur áhugi var fyri okkara sjónarmiðum, sum av øllum skilafólki við pedagogiskum innliti verða hildin at vera sera framkomin. Har vóru nógvir spennandi fyrilesarar allar dagarnar og góð orðaskifti við starvsfelagar í Grønlandi og úr øllum Norðurlondum.
Sjálvur plagi eg av og á at vera á árligu ráðstevnuni hjá ATEE, sum er evropeiska læraraútbúgvararáðstevnan. Hon skiftir millum londini í Evropa. Áhugavert er har at síggja, at strembanin víða um lond er at koma nakað ávegis á teirri leið, sum okkara útbúgvingar hava gingið í nógv ár. Tað gevur merg at halda fast við eina gongd, sum summi her á landi hava ilt við at skilja, og tí als ikki vilja góðtaka.