Flestu partrolarapør eru til fiskiskap. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er sum heild smáligur. Skipini hava tó okkurt gott hálið av og á.
Av djúpvatnstrolarunum er bara ein til fiskiskap í løtuni. Hann fiskar á djúpum vatni og kemur helst inn at landa mánadagin. Hinir allir liggja við bryggju.
Í gjár, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri næstu viku, vóru allir trolbátarnir til fiskiskap. Tveir fiska tosk og hýsu. Hinir eru á landleiðini og fiska tosk og flatfisk.
- Fýra trolbátar koma inn at landa mánadagin, og hinir koma seinni í vikuni, leggja tey á Fiskamarknaði Føroya aftrat.