Aðalfundur
100 ára føðingardagsbarnið í Havn, HB, hevði eins og grannarnir úr B36 sín aðalfund mánakvøldið.
Heilt fitt av fólki høvdu leitað sær á fundin, og sum vera man, so bar fundurin brá av góðum huglagi. Formaðurin í felagnum, Birgir Enghamar, kundi í frágreiðin sínari fegnast um, at HB nú hevur vunnið meistaraheitið í bestu mansdeildini tvey ár á rað, og tey flestu mundu nikka samtykkjandi, tá sagt varð, at málið sjálvandi var at endurvinna hetta á føðingardegnum.
Stórt føðingardagshald
Sjálvur føðingardagurin fekk eisini nakað av umrøðu á fundinum.
Sum vera man, so fregnaðust fleiri av limunum um, hvørji tiltøk vóru væntandi í árinum, og hóast alt enn ikki er komið í rættlag, so kundi nevndin siga frá nøkrum lutum, sum eru komin á skinnarar.
Eitt nú verður ein fløga givin út tíðliga á árinum, og í summar kemur so næsta bókin við søguni um HB. Fyrra bókin, sum Jógvan Arge skrivaði, bar heitið Havnarmenn í Gundadali, og lýsti hon søguna hjá HB tey fyrstu 50 árini. Hesa seinnu bókina hevur Súni Merkistein, sum annars hevur arbeitt nógv saman við Jógvan Arge í ítróttarpartinum av Útvarpinum skrivað. Enn er heitið á henni ikki fastlagt, men tað liggur so í øllum førum fast, at tann bókin tekur saman um tíðarskeiðið tað seinnu hálvu øldina, sum felagið nú hevur á baki.
Eisini hevur tað í longri tíð verið arbeitt við at fáa dyst móti onkrum heilt spennandi útlendskum liði. Enn er so einki fastlagt hesum viðvíkjandi, men Birgir Enghamar sigur, at tað nógv bendir nú á, at HB í øllum førum fær ein dyst móti FCK tann 10. juli. Ein dystur, sum samstundis kann tæna sum upphiting til undankappingardystirnar í europeisku meistarakappingini, har HB skal spæla tann 14. og 21. juli.
Nevndirnar afturvaldar
Á fíggjarliga økinum munnu mong í HB tey seinnu árini hava kent tað, sum um felagið hevur verið á vandakós, og eitt nú vóru fyrstu árini við løntum fótbólti einki serlig hjá felagnum.
Fyri tveimum árum síðani vóru boðini tó, at felagið var farið í holt við ávísar rationaliseringar, og skal metast eftir tølunum fyri 2003, so er nú komið á mál við hesum.
Birgir Enghamar vil ikki siga í smálutum, hvussu roknskapirnir hjá móðirfelagnumm, HB, og partafelagnum, Havnar Fótbóltur, sóu út, men sigur kortini, at talan var um tøl, sum gott og væl vóru á røttu síðuni, og tað má so eftir øllum at døma merkja eitt yvirskot.
Soleiðis tóktist talan sum heild vera um ein fund, har luttakaranir vóru nøgdir um flestu viðurskiftini, og hetta mundi eisini speglast aftur í nevndarvalunum, tá hesi stóðu fyri skránni. Í nevndini í móðurfelagnum var einasta útskiftingin, at Alexandur Gaard Joensen takkaði fyri seg sum tiltakslimur. Í hansara stað varð valdur Teitur Johannesen, og sær nevndin soleiðis út. Birgir Enghamar, formaður, Jan F. Hansen, næstformaður, Niels Juel Arge, skrivari, Petur Ove Kruse Johannesen, kassameistari og Finn Ludvig. Tiltakslmir eru Sámal Hansen og Teitur Johannesen.
Í partafelagnum, sum rekur besta mansliðið hjá felagnum, var eingin broyting. Her er nevndin framvegis mannað við Birgiri Enghamar sum formanni. Høhgni Mikkelsen, Øssur Sørensen og Jan Gaard Joensen eru hinir nevndarlimirnir. Steinfinnur Mittelstein er stjóri í partafelagnum.