Jens Erik Rasmussen, liðskipari hjá 07 Vestur, er væl nøgdur við innsatsin hjá sínum liðið í gjár, men hann er ikki heilt nøgdur við úrslitið.
- Vit kunnu ikki vera annað enn nøgdir við innsatsin, men sjálvandi er tað ikki lætt at koma til Margáir at spæla, sigur Jens Erik Rasmussen.
Hann vísir somuleiðis á, at liðið hevur nógvar áhugaverdar ungar leikarar, sum kunnu koma seg seinni í ár.
Tó vil hann ikki ordiliga siga, hvussu verður við at yvirliva í bestu deildini.
- Vit trúgva sjálvandi uppá tað, og so mugu vit síggja, hvussu langt tað ber, sigur liðskiparin hjá uppflytarunum í bestu deildina.